Stórt mótmælistiltak leygardagin

29 fakfeløg og trý politisk ungmannafelag lýsa til stórt mótmælistiltak í Havn leygardagin.

 

Í skrivi til miðlarnar siga feløgini soleiðis:

 

»Tað, sum hendir á politiska pallinum í hesum døgum, er ørkymlandi. Fakkunnleikin verður ikki virdur, og týdningarmikil mál verða ikki viðgjørd við tí álvara, sum tey hava uppiborið, men í stóran mun tagd burtur. Lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki, og stovnar verða niðurlagdir uttan at hugsað verður um avleiðingarnar. Vinnuni tørvar støðufesti, so hon kann arbeiða strategiskt skilabest, men við skiftandi politiskum signalum og lógarbroytingum eru eisini fortreytirnar hjá henni ótolandi.

 

Fólkaræðið stendur fyri falli, og hetta kunna vit sum borgarar ikki góðtaka. Vit stúra vit fyri framtíðini hjá Føroyum.

 

Hvar er fólkaræðið? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við, at lógir verða viðgjørdar í skundi og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður virdur?

 

Nei, siga fakfeløg og politisk ungmannafeløg. Nú er nóg mikið. Fyri at varpa ljós á millum annað hesar stóru og týðandi spurningar, verður skipað fyri stórum mótmælistiltaki á Vaglinum leygardagin 31. august kl. 14.00.

 

Fakfeløg og politisk ungmannafeløg eru samd um at standa saman og vísa politisku skipanini ta styrki, ið er í fólkinum, og at tað er mark fyri, hvat man kann loyva sær.

 

Tiltakið er ikki partapolitiskt. Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við í tiltakinum og at broyta ta støðu, sum nú er.«

 

Akademikarafelag Føroya

 

Arkitektafelag Føroya

 

Bioanalytikarafelagið

 

Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya

 

Ergoterapeutfelagið

 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

 

Fysioterapeutfelag Føroya

 

Føroya Arbeiðarafelag

 

Føroya Byggifrøðingafelag

 

Føroya Fiskimannafelag

 

Føroya Lærarafelag

 

Føroya Pedagogfelag

 

Føroya Tekniska Lærarafelag

 

Føroya Verkfrøðingafelag

 

Havnar Arbeiðskvinnufelag

 

Havnar Arbeiðsmannafelag

 

Heilsurøktarafelagið

 

Heilsuhjálparafelag Føroya

 

Kost- og føðslufelag Føroya

 

Landsfelag handverkaranna

 

Leikarafelag Føroya

 

Ljóðsmøðrafelag Føroya

 

Magistarafelag Føroya

 

Maskinmeistarafelagið

 

Musikklærarafelag Føroya

 

Radiografar í Føroyum

 

Starvsmannafelagið

 

Yrkisfelagið Miðnám

 

Føroya Handverkarafelag

 

Framsøkin Ung

 

Sosalistisk Ung

 

Unga Tjóðveldið