Stórt stig móti metinum

NSÍ misnútti fleiri stórar møguleikar, og so vann KÍ 2-0

KÍ varð roknað at vera favorittur í heimadystinum ímóti NSÍ, og KÍ vann 2-0. Harvið tóku klaksvíkingar enn eitt stórt stig fram ímóti FM heitinum, og sigurin ber eisini við sær, at møguleikin framvegis er stórur fyri, at KÍ fer at seta met við at vinna FM við fleiri stigum, enn nakað lið áður hevur vunnið FM, og at KÍ fer at vinna FM við fleiri málum, enn nakað lið áður hevur vunnið FM.

 

Hóast vertirnir vunnu, so er einki at undrast á, at teir gulu og svørtu av Skálafjørðinum iðra seg gular og grønar, nú teir rigga til at fara undir aftur fjørðin. Eingin ivi er í, at KÍ leikliga var omaná mest sum alla tíðina. Men NSÍ kendi ikki sínas vitjunartíð, tí gestirnir í Klaksvík í kvøld høvdu fleiri heilt góðar málmøguleikar.

 

Størsta møguleikan av øllum fekk Klæmint A. Olsen, tá ið hann royndi seg við brotssparki. Í fínum samanspæli varð Pætur Hentze, sum í kvøld var vongverji í høgru, feldur, tá ið hann sneiddi inn frá høgru. Eiler Rasmussen peikaði á brotssparksblettin, og har var einki mótmæli, tí støðan var heilt eyðsýnd.

 

Metmaðurin Klæmiunt A. Olsen hevur skorað nógv mál, og hann hevur mangan umsett brotsspark til mál. Í kvøld sendi hann bóltin upp undir tvørtræið og niður í graslíkið, og so var tann møguleikin av.

 

Klæmint hevði í fyrra hálvleiki tveir aðrar stórar møguleikar, men tað eydnaðist hnum ikki at vinna tvídystirnar ímóti KÍ málverjanum.

 

KÍ skoraði tvey mál í seinna hálvleiki. Í fyrra førinum var tað miðverjin Heini Vatnsdal, sum við høvdinum snittaði bóltin í handara síðunetið eftir eina av mongu snildu honrasparkskombinatiónunum og innfrá Claes Philip Kronberg, sum eigur alt størri leiklut og innskifti Páll A. Klettskarði skoraði seinna málið, eftir at Árni Frederiksberg legði innfyri.

 

Eisini í seinna hálvleiki vann NSÍ heilt stórar málmøguleikar, men gestirnir í Klaksvík vóru sum gandaðir. Tað eydnaðist teimum ikki at fáa bóltin í málið.