Sambandsflokkurin hevur í kvøld havt uppstillingarfund í Føroya Væl, sum er veljarafelagið í Suðurstreymi. Tað eru hesaferð 12 valevni, sum bjóða seg fram at stilla upp, átta menn og fýra kvinnur.
- Talan er um ein góða blanding av valevnum við drúgvum politiskum royndum, ungum fólki og kvinnum og monnum.
Tað sigur Sambandsflokkurin, sum fegnast um, at øll hesi stilla upp til løgtingsvalið og heldur, at talan er um eitt sterkt lið frá Suðurstreymoy.
Tey, sum stilla upp fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoy, eru 1) Kaj Leo Holm Johannesen, Tórshavn, 2) Jóna M. Mortensen, Tórshavn, 3) Annfinn Brekkstein, Velbastaður, 4) Gitte Klein, Tórshavn, 5) Anna Falkenberg, Hoyvík, 6) Árni Guldborg Nielsen, Tórshavn, 7) Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, Tórshavn, 8) Heini Fosaa, Tórshavn, 9) Ingi Mittún, Tórshavn, 10) Mai Laksáfoss Simonsen, Argir, 11) Martin Pauli Jacobsen, Tórshavn og 12) Bernard Højgaard Petersen, Tórshavn.
Martin Pauli Jacobsen og Mai Laksáfoss Simonsen eru ikki við á myndini.