Stórtalent til KÍ

KÍ kvinnurnar halda fram at leggja afturat fimmfalda FM-vinnandi hópinum

KÍ hevur gjørt sáttmála við 17 ára gamla stórtalentið, Sólju Ernstsdóttir, ið kemur til felagið frá barndómsfelagnum Skála. Í gjár kunngjørdi KÍ eisini landsliðsspælaran Margunn Lindholm. Nú er U19-landsliðsspælarin eisini komin til felagið.

 

- Aftur í dag kunnu vit við gleði kunngera at enn ein nýggj KÍ kvinna verður at síggja á vøllinum til venjing í morgin. Talan er um U19 landsliðsspælaran Sólju Ernstsdóttir, ið kemur til felagið frá barndómsfelagnum Skála, skrivar KÍ og leggur afturat:

 

- Sólja er 17 ára gomul og hevur altíð spælt á Skála, uttan 2022-23, tí hon var á eftirskúla í Danmark, har hon spældi fyri Vildbjerg. Sólja hevur verið sera sjónlig í Betri deildini fyri EBS/Skála, har hon spældi 9 dystir og skoraði fýra mál. Hon er ein skjótur og tekniskt væl fyri álopssinnaður spælari, skrivar KÍ.

 

Kvinnurnar hjá KÍ vunnu fyri kortum FM fyri fimtu ferð upp í slag, men taptu steypafinaluna móti NSÍ.