Stóru vinnararnir vóru ikki í Gundadali

Tað var fínt undirhald í seinna hálvleiki, tá ið tað endaði javnt millum B36 og NSÍ, sum fyri triðju ferð á rað fór av vøllinum uttan at vinna fulla úrtøku

Tað endaði 2-2, tá ið B36 og NSÍ í góðveðrinum seinnapartin settu punktum fyri 13. umfari í bestu landskappingini.

 

Úrslitið er søtur tónleikur í Klaksvík, tí nú eru tað níggju stig frá KÍ og aftur til tveir teir næstu avbjóðararnar, sum eru NSÍ og HB.

 

Serliga í seinna hálvleiki var tað undirhaldandi og nógvar støður og fleiri møguleikar, og pulsurin var títtur bæði millum gular og hvítar og ikki minst kring vøllin.

 

-Vit vóru frammanfyri tvær ferðir, og tí eru vit vónbrotnir av, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Serliga í fyrra hálvleiki kendu vit okkum hava tak á tí. Tá ið mótstøðuliðið skorar tvey mál, so er orsøkin mistøk, og vit iðra okkum um, at teir skoraðu málini, sum teir fingu. Nú er tað langt síðani, at vit vunnu fulla úrtøku, og nú ræður tað um at vinna fulla úrtøku, tá ið vit fáa vitjan av Víkingi. Hvussu tað fer at enda í FM stríðnum, fáa vit at vita í heyst, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

NSÍ hevur ikki vunnið fulla úrtøku tríggjar tær seinastu ferðirnar. Úrtøkan í hesum dystunum er bara stigið ímóti B36 í dag.

 

Eftir horna úr høgru, sum Aron Knudsen tók sær av, var tað Michal Przybylski, sum aftanfyri handara stólpa stýrdi bóltin í málið. Michal mannaði saman við Emil Weihe Joensen og Steffan A. Løkin NSÍ miðvøllin.

 

-Venjarin var ikki nøgdur við avrikið hjá okkum í fyrra hálvleiki. Hann vildi hava okkum at vera meiri ágangandi, og eg haldi, at vit í seinna halvleiki vóru omaná. Um tað skuldi verið ein vinnari, so áttu vit at havt vunnið, tá ið gongdin í seinna hálvleiki verður havd í huga, sigur Bergur J. Poulsen, sum var vongverji í høgru hjá B36, í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.

 

Bergur J. Poulsen javnaði til 1-1, tá ið tað restaði smáir 20 minuttir. Av brotsteigarmarkinum og mitt fyri sendi hann bóltin flatt millum fleiri spælarar. Sýnið hjá Kristiani Joensen í NSÍ malinum var ikki gott, og tí megnaði hann ikki at halda bóltin, tá ið hann tveitti seg til høgru, og bólturin smoygdi sær dygst inn við stólparótini.

 

Fagnaðurin í B36 leguni var ikki meiri enn tagnaður, tá ið NSÍ aftur var á odda. Jasper Van Der Heyden legði innfyri úr vinstru, og Steffan A. Løkin við góða máltevinum renn ímóti og snittaði við høvdinum bóltin í handara síðunetið.

 

Tá vóru fýra minuttir gingnir síðani fyrra B36 málið, og fýra minuttir eftir seinna NSÍ málið javnaði B36 til 2-2. Hannes Agnarsson royndi seg við langskoti, sum NSÍ málverjin sá út til at hava tak á, men bólturin støkk frá málverjanum, og so var Pætur J. Petersen fyrstur á og smekkaði bóltin í málið.

 

Sunnudagin fer B36 til Klaksvíkar.

 

 

 

B36-NSÍ 2-2 (0-1)

 

0-1: Michal Przybylski

 

1-1: Bergur J. Poulsen

 

1-2: Steffan A. Løkin

 

2-2: Pætur J. Petersen

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Bogi Reinert-Petersen, Mattias Weihe Joensen,

Rói Hansen – Marius Kryger Lindh, Jógvan Kárason Gullfoss, Ragnar Samuelsen, Mattias J. Hellisdal, Hannes Agnarsson – Pætur J. Petersen

 

NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Lars Markmanrud, Fabian Østigård Ness – Emil Weihe Joensen, Michal Danian Przybylski, Steffan A. Løkin – Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen, Jasper Van Der Heyden