Stórur áhugi fyri Føroyum

Umheimurin leggur merki til arbeiðið hjá SEV innan grønu orku.

Í morgun sendi SEV eitt tíðindaskriv til fjølmiðlar, har víst varð á, at elfelagið er millum fremstu londini í heiminum, tá hugt verður eftir hvussu stórur partur av orkuframleiðsluni kemur frá varandi orkukeldum.


Tað er tó ikki bara føroyingar, ið hava varnast hetta, tí sambært nevndarformanninum í SEV, Jákup Suni Lauritsen, so er stórur áhugi fyri arbeiðinum hjá SEV frá umheiminum.


- Okkara leiðandi støða innan grøna orku ger, at nógv venda sær til okkum. Tá tosa vit um bæði feløg og politikarar úr øðrum londum, ið eru áhugaði í tí arbeiði, ið vit gera her í Føroyum.


Slíkur áhugi hevur eisini við sær nakrar ítøkiligar fyrimunir fyri SEV, sigur nevndarformaðurin.


- Fyri okkum, so er ein ávísur vinningur í tí, tí vit fáa samstarvsfelagar, ið eru sinnaðir at satsa upp á tað grøna økið. So teir spýta pening í menningina, og vinningin síggja vit her í Føroyum.


Tað er tann eina síða, hin er so tann, at støðan hjá Føroyum sum eitt oddaland innan grøna orku ger, at okkara starvsfólk og verkfrøðingar síggja spennandi avbjóðingar í Føroyum. Tað ber eisini við sær, at fleiri føroyingar vísa økinum áhuga, og taka útbúgvingar innan tað.