Stórur áhugi fyri Øssuri Dalbúð

Tað ljóðar at fleiri føroysk feløg hava sýnt áhuga fyri áleyparanum

 

Nógv røkist fyri at fyrrverandi ÍF og NSÍ áleyparin, Øssur M. Dalbúð, í ár aftur kemur at spæla í føroyskum fótbólti.

 

Øssur M. Dalbúð hevur seinast spælt fyri B1908 í triðbestu donsku deildini.

 

Tað ljóðar at fleiri føroysk feløg hava víst áhuga fyri áleyparanum, sum í 2013 var ein av lyklaorsøkunum til at ÍF endaði á øðrum plássið.

 

Feløg sum HB, Víkingur og KÍ, sum øll á pappírinum síggja út til at mangla ein áleypara, hava verið nevnd sum komandi felag hjá Øssuri M. Dalbúð.

Og tað hava fyrrverandi felagið hjá honum, ÍF, og barndómsfelagið, NSÍ, eisini verið.

 

Øssur M. Dalbúð váttar fyri in.fo at áhugi hevur verið fyri honum, og at hann heilt skjótt tekur eina avgerð, hvar hann fer at spæla í komandi kappingarárið.  

 

Flytingarvindeygað í føroyskum fótbólti letur aftur 16 marts.