Tað var øgiligur dramatikkur í kommunuppgerðini undir Mýruhjalla á Skála í kvøld. Skálamenn høvdu vitjan av NSÍ, og úrslitið var 1-1, eftir at heimaliðið var frammanfyri 1-0, tá ið tað var hálvleikt.
Skálamálið stórar tíggju minuttir undan steðginum varð skorað eftir álop í vinstru og flatt innlegg, og so var ein av verjuspælarunum so óheppin, at hann stýrdi bóltin framvið Tórði Thomsen, sum í kvøld vardi NSÍ málið.
Skála var omaná undan steðginum. Í seinna hálvleiki var NSÍ meiri við, og tá gekk tað sera javnt fyri seg. Tað sang eftir í mongu nærdystunum og taklingunum, og tað gekk fyri seg úr øðrum endanum og í hin, og tað vóru nógvar spentar støður í báðum brotsteigunum.
Skála var um reppið at økja um leiðsluna, tá ið Tórður Thomsen í NSÍ málinum heilt niðri við stólparótina stórbjargaði eftir horna úr høgru og stútara.
Klæmint A. Olsen gekk undan og vísti liðfeløgunum, hvat skuldi til, um hansara menn skuldu vinna fulla úrtøku og harvið taka seg longur frá hóttanini av niðurflyting. Uros Stojanov arbeiddi sum ein hestur í álopinum, og í verjuni gingu Vukasin Tomic og Jákup Jakobsen undan.
Tíggju minuttir undan leikloki eydnaðist tað NSÍ at javna. Atli D. Petersen legði innfyri úr vinstru, og mitt fyri málinum var Klæmint A. Olsen omanfyri allar, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í málið.
Skála var ógvuliga tætt við at svara aftur og skora sigursmálið. Eftir horna var bólturin á tvørtrænum, og tvær ferðir bjargaðu teir gula á málstrikuni, áðrenn skotroynd endaði við, at bólturin fór út til NSÍ málspark.
Eitt stig í part ber við sær, at Skála er mest sum fokið úr bestu deildini. Hugburðurin og avrikið í kvøld vóru staðfesting av, at um skálamenn flyta niður, og teir varðveita fólkið, so verður steðgurin millum teir næstbestu stuttur.
NSÍ vann eitt stig og flutti frá áttanda og fram á sjeynda pláss. Tá ið havt verður í huga, hvussu støðan er, so ber til at siga, at NSÍ heldur enn at vinna eitt stig. misti tvey stig. Teir í Runavík eru framvegis í stórum vanda fyri at flyta niður, og tað er møguleiki fyri, at talan verður um grannauppgerð, har dagsskráin verður, hvør av grannunum skal flyta niður saman við Skála, tá ið NSÍ í næstsíðsta umfari fer at fáa vitjan av B658.
-
Skála – NSÍ 1-1 (1-0)
1-0: sjálvmál
1-1: Klæmint A. Olsen
Dómari: Eiler Rasmussen
Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Andreas Thomsen, Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Djóni Petersen – Pætur Dam Jacobsen, Emil Weihe Joensen – Ari Ó. Ellingsgaard, Jan Ingason Hansen, Karl Martin Johansen – Uros Stojanov
NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Meinhard Debes Geyti, Oddur Á. Højgaard, Atli D. Petersen – Jørgen Nielsen, Betuel Hansen, Mathias Nielsen, Lukas G. Giessing – Hans Marius Davidsen, Klæmint A. Olsen
-
KÍ | 22 | 20 | 2 | 0 | 57 | 7 | 62 |
Víkingur | 22 | 16 | 2 | 4 | 62 | 21 | 50 |
HB | 22 | 14 | 4 | 4 | 47 | 22 | 46 |
B36 | 22 | 11 | 3 | 8 | 45 | 22 | 36 |
EB/Streymur | 22 | 9 | 4 | 9 | 29 | 40 | 31 |
07 Vestur | 22 | 6 | 4 | 12 | 25 | 55 | 22 |
NSÍ | 22 | 6 | 2 | 14 | 26 | 47 | 20 |
AB | 22 | 6 | 2 | 14 | 28 | 61 | 20 |
B68 | 22 | 5 | 3 | 14 | 29 | 46 | 18 |
Skála | 22 | 1 | 6 | 15 | 22 | 49 | 8 |
-
23. umfar
Fríggjadagin 16. september
KÍ – B68
B36 – Skála
Leygardagin 17. september
EB/Streymur – AB
NSÍ – 07 Vestur
HB – Víkingur