Tað var nógv upp og niður, tá ið B71 seinnapartin var gestur við Margáir hjá teimum næstbestu í EB/Streymi.
Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 3-0 til B71, og soleiðis var støðan eisini, tá ið tað var hálvleikt.
B71 skoraði trý mál í seks minuttir. Aron Clementsen setti hol á í 18. minutti, og tríggjar minuttir seinni var 2-0. Málskjútti var Jónas Warner, og í báðum førum var tað Alvi Jespersen, sum átti uppleggið.
Tríggjar minuttir eftir 2-0 málið varð 3-0 til B71. Aftur var Jónas Warner málskjútti, og Tijani Mohammed átti uppleggið.
B71 var á odda 3-0, inntil seinni hálvleikur var eitt stórt korter gamal. Í 62. minutti minkaði Gutti Dahl-Olsen um munin til 3-1, og so gekk tað skjótt. Tíggju minuttir seinni minkaði Egil á Bø um munin til 3-2. 47 ára gamli veteranurin var í ungdóminum álopsspælari, áðrenn hann fór at stýra verjuni á gulliðnum hjá EB/Streymi. Í dag vísti hann, at máltevið ikki er heilt burtur.
Eitt korter undan leikloki varð Gutti Dahl-Olsen tvímálskjútti.
B71 hevur 30 stig, og EB/Streymur hevur 23 stig.
Um eina viku fer EB/Streymur at spæla í Runavík, og B71 fer at spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy.