Stórur fótbóltsdagur á Rás2

Tróndur Arge sigur frá í Fuglafirði, og Hilmar Jan Hansen sigur frá í Gundadali

Effodeildin: Rás2 og in.fo seta øll segl til nú eitt ógvuliga avgerandi umfar í effodeildini er í hondum.

 

Longu klokkan 14 byrjar Rás2 upptaktssendingina, har TB og B36-fjepparar koma á gátt. Ringt verður til ein av bussunum hjá HB-fjepparunum, og tosað verður eisini við Kaj Leo Holm Johannesen um dystin hjá HB í dag.

 

Klokkan 15 fer Hilmar Jan Hansen at siga frá dystinum millum B36 og TB á ovara vølli í Gundadali, og klokkan 16 fer Tróndur Arge at siga frá dystinum millum ÌF og HB, har HB við einum javnleiki kann tryggja sær FM-heitið.

 

Rás2 fylgir eisini gongdini í dystunum EB/Streymur-Víkingur og 07Vestur-NSÍ.

 

Aftaná klokkan 18 verður sendingin "3. hálvleikur" á skránni. Tann sendingin verður sjálvandi longri, um avgerðin um FM-heitið fellur í dag.