Stórur munur á prísinum

Trý tilboð eru komin inn upp á at gera brúnna um Sandá, sum skal vera liðug um eitt ár

 

Trý tilboð eru komin inn upp á gera nýggju brúnna um Sandá

Tað er úrslitið, nú Tórshavnar kommuna hevur bjóðað arbeiðið at gera brúnna, út.

Og í dag vórðu so tilboðini latin upp og tað vísti seg at vera fitt av muni á tí bíligasta tilboðnum og tí dýrasta.

 

Tórshavnar kommuna hevur í dag, fríggjadagin 6. juni, bjóðað út arbeiðið at gera brúnna um Sandá.

 Býráðið samtykti at bjóða arbeiðið út í innbodnari útbjóðing. Tríggjar fyritøkur vórðu bodnar at lata inn tilboð. Allar góvu tilboð uppá arbeiðið og tilboðini eru hesi:

J & K. Petersen: 59.802.746 krónur

Articon: 74.483.480 krónur

TG-Verk: 83.457.355 krónur

 Upphæddirnar eru uttan mvg.

 

Annars mettu ráðgevararnir hjá býráðnum, at brúgvin fór at kosta 61.864.363, so lægsta tilboðið samsvarar væl við tað.

 Tilboðini skulu nú gjøgnumgangast, áðrenn støða verður tikin til tey, sigur býráðið.

Arbeiðið at gera brúnna byrjar eftir ætlan seinni í summar, og brúgvin skal vera verður liðug á ólavsøku næsta ár.

 

- Brúgvin verður snøgg, einføld og skal verða eitt prýði fyri økið. Hon tekur ikki óneyðuga nógv pláss í landslagnum, tí landslagið og áin eru vøkur frá náttúrunnar hondm sigur býráðið.

Áin verður ikki rørd, og tað verður gjørligt at ganga fram við áarbakkanum, tá brúgvin er liðug, verður lagt  afturat.