Stórur sjónleikur frumframførdur í Løkshøll

Í kvøld verður leikurin »Veitslan« frumframførdur í Løkshøll. Veitslan er sjónleikur við luttakarum úr fimm ymsum Norðurlondum. 20 leikarar eru á palli, og tey tosa á trimum ymsum tungumálum.

Í kvøld verður leikurin »Veitslan« frumframførdur í Løkshøll. Veitslan er sjónleikur við luttakarum úr fimm ymsum Norðurlondum. 20 leikarar eru á palli, og tey tosa á trimum ymsum tungumálum.

 

Leikritið er danskt, senografiin er norsk, og sjónleikararnir eru úr Grønlandi, Íslandi, Danmark og Føroyum.

 

Tónleikurin er nýskrivaður, og komponistur er Joachim Holbek úr Danmark. Joachim Holbek, hevur eisini komponerað nógvan filmstónleik til filmir hjá eitt nú Lars von Trier.

 

Helgi Dýrindal-Joensen fyllir 65 og heldur stórfingnan føðingardag fyri familju, vinum og kenningum.

 

Sum elsti sonur, Kristjan er fyrstur at halda røðu. Hann hevur skrivað tvær røður, eina gula og eina grøna, og pápin skal velja, hvørja hann vil hoyra. Pápin velur ta grønu. Í grønu røðuni kemur ein myrkur familjuloynidómur fram: Helgi hevur misnýtt bæði Kristjan og systrina Lindu kynsliga.

 

Hvørjum skulu systkini trúgva? Hvørjum skulu gestirnir trúgva? Er Kristjan sálarliga sjúkur? Lýgur hann?

 

Veitslunáttin gerst ein ógvusligur bardagi um sannleikan.

 

Veitslan byggir á danska filmin Festen eftir Thomas Vinterberg. Í 1999 vann Festen Gyltu pálmarnar á filmsfestivalinum í Cannes.

 

Veitslan er lagað til føroysk og norðurlendsk viðurskifti, og verður sett upp sum ein stór norðurlendsk verkætlan við luttøku úr Grønlandi, Íslandi, Noregi, Danmark og Føroyum.

 

Veitslan viðger kynsliga misnýtslu, tað mest pínufulla tabu, vit hava í okkara mentan. Við at seta sjónleikin upp í Føroyum vóna stigtakararnir at skapa økta tilvitan um, at vit øll, sum medmenniskju, næstringar, grannar og borgarar, hava ábyrgd av at syrgja fyri, at børn og ung ongantíð skulu liva við kynsligari misnýtslu.

 

Søgan er sterk og boðskapurin viðkomandi. Ein ordans veitsla verður hildin, við øllum tí, ið hartil hoyrir, og hendan veitslan er karmur um eina uppgerð millum faðir og son, millum foreldur og børn og millum patriarkin og hansara umhvørvi.

 

Leikurin vísir menniskju, ósærilig í vøkrum stásklæðum, og menniskju, sum eru niðurbrotin og í svárastu sálarneyð. Kanska fara tey stundum yvir um mørk. Og at royna teir ríku møguleikarnar, sum list hevur at flyta mørk, bæði persónlig og samfelagslig, var partur av endamálinum hjá stigtakarunum til Veitsluna í Føroyum.

 

Stigtakararnir ynsktu alla tíðina at vísa leikin bæði í Havn og á øðrum plássum, tí tær ynsktu, at eisini fólk, sum vanliga ikki ganga til sjónleik, skuldu hava høvi og møguleika at síggja sjónleik við yrkisleikarum bæði úr Føroyum og úr øðrum Norðurlondum. Tilboð um mentan og list eiga ikki bara at vera í høvuðsstaðnum, og tí verður Veitslan víst í Løkshøll í Runavík og á miðnámsskúlanum í Suðuroy, umframt at hon verður víst í Norðurlandahúsinum í Havn.

 

Leikstjóri er Marita Dalsgaard, og Kristianna Winther Poulsen er framleiðari. Tær báðar eru eisini stigtakara til verkætlanina.

 

Senografur er Tormod Lindgren úr Noregi, og komponistur er Joachim Holbek úr Danmark. Ljósmeistari er Turpin Djurhuus úr Føroyum.

 

Sjónleikararnir eru:

Hilmar Joensen (FØ) er Helgi Dýrindal-Joensen

Gunvor Reynberg (DK) er Else Dýrindal-Joensen

Hjálmar Dam (FØ) er Kristjan Dýrindal-Joensen

Beinta Clothier (FØ) er Helena Dýrindal-Joensen

Hannes Óli Ágústsson (ÍS) er Mikkjal Dýrindal-Joensen

Aðalbjörg Thóra Árnadóttir (ÍS) er Maria, kona Mikkjal

Eyð Berghamar Jacobsen (FØ) er Linda Dýrindal Joensen

Rasmus Lyberth (GR) er Malik, unnustin hjá Helenu

Allan Dalsgarð (FØ) er Helmuth von Sachs, veitslustjóri

Barbara Andreasen (FØ) er Pia Hansen, servitrisa

Sonne Smith (FØ) er abbi

Karin Djurhuus (FØ) er omma

Noomi Reinert (FØ) er Mikaela

Johanna Roos Slættanes (FØ) er Ninna

Jógvan Salomon Joensen (FØ) er Leivur gubbi

Gunnvør Joensen (FØ) er Anna gumma

Birta Biskopstø (FØ) er Ingrid

Eyðna Cecilia Dalsgaard (FØ) er Joan, dóttir Malik

Róaldur Allansson Dalsgarð (FØ) er Thórur, sonur Mariu og Mikkjal

Hilmar Herason (FØ) er Baldur, sonur Mariu og Mikkjal

 

 

 

Meira kann lesast um leikin á www.veitslan.com.

 

Í sambandi við leikin hevur Sprotin givið leikritið út í bók. Les meira á www.sprotin.fo.