Stovnsgjaldið í Tórshavnar Kommunu skal lækka væl meira, enn tað samgongan ynskir

Í morgin leggja Fólkaflokkurin og Kommunulistin í Tórshavn býráð uppskot fram um at lækka vøggustovugjaldið úr 27% til 20% og barnagarðsgjaldið úr 27% til 25%. Hetta merkir ein lætta hjá eini barnafamilju úr 4.019 kr. til 2977 kr. fyri vøggustovupláss pr. mána ella úr 2.447 kr. til 2.266 kr fyri barnagarðspláss pr. mána.

Fyri jól fingu øll foreldur at børnum, sum ganga á dagstovni í Tórshavnar býrað, ein ordans skelk. Tað var fráboðan frá Tórshavnar Kommunu um, at foreldragjaldið í 2025 verður hækkað við heili 9% (!)

 

Ikki eiti á jólgávu, sum enn tá ein samgongulimur í Tórshavnar Býráð skrivaði á Facebook.

 

Áðrenn hesa ovurhonds stóru hækking á 9% var kostnaðurin, íroknað systkinaavslátturin, hægri í Tórshavnar Kommunu, sammett við aðrar kommunur í Føroyum.

 

Okkara uppskot - ein lætti, sum veruliga munar

 

Vit mugu seta okkum spurningin, um vit við hesi stóru hækking – og nú ovurhonds høga stovnsgjaldinum – ikki leggja óneyðugar stórar byrðar á okkara barnafamiljur í Tórshavnar kommunu. Barnafamiljurnar, sum frammanundan hava hægstu bústaðarprísir í landinum.

 

Vit partar av minnilutanum, Birgir Nielsen, Høgni Vilhelmsen frá Fólkaflokkinum, og Kári Johansen og Tróndur Sigurðsson frá Kommunulistanum, kunnu als ikki góðtaka hetta.

 

Tí vilja vit á býráðsfundi í morgin koma við uppskoti um at minka gjaldið. Í okkara uppskoti stendur, at vøggustovugjaldið skal minka úr 27% niður í 20% og barnagarpsgjaldið skal minka úr 27% til 25%.

 

Hetta hevði merkt ein lætta hjá eini barnafamilju, sum hevur eitt barn í vøggustovu, úr 4.019 krónur niður í 2.977 krónur pr. mána ella fyri eitt barn í barnagarði úr 2.447 kr. til 2.226 kr pr. mána.

 

Fólkaflokkurin og Kommunulistin ynskja eitt væl lægri gjald enn meirilutin

 

Samgongan sjálv kemur við einum uppskoti um at lækka stovnsgjaldið eitt sindur. Úr 27% niður í 25%. Hetta merkir, at stovnsgjaldið hækkar við 79 krónur um mánaðin, sammett við foreldragjaldið í 2024.

 

Hetta uppskotið er ikki gott nokk fyri barnafamiljurnar í Tórshavnar Kommunu. Tær hava uppiborið betri.

 

Vit í minnilutanum, Birgir Nielsen, Høgni Vilhelmsen, Kári Johansen og Tróndur Sigurðsson, taka tí ikki undir við hesi broyting. Orsøkin er, at hon er alt ov lítil. Vit vilja heldur hava eina lækking, sum verulig ger mun.

 

Vit vóna at samgongan – Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin – taka undir við okkara uppskoti.

 

Tað skylda vit barnafamiljunum í Tórshavnar Kommunu.

 

 

 

Vegna Fólkaflokkin og Kommunlistan í Tórshavnar býráð

 

Fólkaflokkurin                                               Kommunulistin

 

Høgni Vilhelmsen                                           Tróndur Sigurðsson

 

Birgir Nielsen                                                    Kári Johansen