Stríddist fyri lívinum í 76 dagar

Steven Callahan stríddist í 76 dagar fyri lívinum einsamallur í bjargingarbáti mitt á Atlantshavinum. Hann var illa fyri, tá ið hann vann upp land, men síðani hevur hann kunna ferðast kring heimin og greitt frá sínum upplivingum og royndum. Í morgin kemur hann til Føroya

Steven Callahan hevur eina ótrúliga søgu at fortelja, og í næstu viku ber tað til at hoyra hann greiða frá í Føroyum. 

Steven Callahan kemur nevniliga til seminar um strongd hjá sjómonnum, sum Trygdarmiðstøðin skipar fyri í Norðurlandahúsinum, og hann fer millum annað at siga frá, tá ið hann rak fyri vág og vind í 76 dagar á Atlantshavinum.

Steven Callahan sigldi í 1982 úr USA til Onglands, og tað var á heimferðini tvørtur um Atlantshavið, at tað gekk galið hjá honum. Hann var tá einasmallur umborð á bátinum, sum hann sjálvur hevði latið bygt.

- Tað var mitt um náttina, at tað kom hol á bátin. Eg hoyrdi eitt buldur, og so fór báturin at taka sjógv inn, og eg noyddist at fara í bjargingarbátin, greiðir Steven Callahan frá í telefonini úr USA.

Tað er ikki greitt, hví hol kom á bátin hjá honum, men møguliga hevur hann rent á ein hval. Í øllum førum sakk báturin, og Steven Callahan noyddist at bjarga sær lívinum í einum lítlum bjargingarbáti.


Ófatiligt treiskni

Í samfullar 76 dagar rak Callahan fyri vág og vind á Atlantshavinum, og tað var eitt bragd av teimum stóru, at hann kláraði at yvirliva hesa longu tíð.

- Tíðin umborð á bjargingarbátinum var sera krevjandi, men eg kláraði at skaffa mær somikið av vatni og mati, at eg yvirlivdi ferðina, sigur hann.

Steven Callahan hevði útgerð at gera vatn við, men tað var lítið av vatni at drekka hvønn dag. Fiskur og fuglur, sum hann fangaði við stórum uppfinnsemi, gav honum mat í munnin, men tá ið hann umsíðir vann upp land, hevði hann mist ein triðing av síni kropsvekt.

- Eg var illa fyri, tá ið nakrir fiskimenn komu fram á meg. Eg haldi ikki, at teir vistu, hvussu álvarsom støðan hjá mær var, tí teir vildu hava fisk við til lands, og tí mátti eg liggja umborð á bátinum og bíða, meðan teir fiskaðu, sigur Steven Callahan.

- Tað tók mær eitt hálvt ár at koma fyri meg aftur kropsliga, men eg misti als ikki hugin at sigla orsaka av hesi hendingini. Eg havi fingist nógv við bátar og at sigla síðani, sigur Steven Callahan.

Hann hevur eisini skrivað um sjófart og fólk,sum hava verið í havsneyð, og hann hevur eisini ment ein nýggjan bjargingarbát út frá royndunum, sum hann sjálvur hevði í bjargingarbáti.


Ferðast nógv

Steven Callahan hevur skrivað eina bók um tilburðin, og bókin, ið hevur heitið Adrift: 76 days lost at sea,  var ein metseljari í sínari tíð. Steven hevur eisini ferðast  kring heimin fyri at greiða frá sínum upplivingum.

- Eingin ynskir sær at koma í eina slíka støðu, sum eg kom í, men tað positiva við hendingini hevur verið, at hon hevur givið mær møguleikan at ferðast víða fyri at siga fólki frá tilburðinum, og hetta gevur mær nú eisini møguleikan at koma til Føroya, sigur hann.

- Eg havi siglt nógv í Norðuratlantshavi, men eg havi ongantíð áður verið í Føroyum, so eg gleði meg nógv at koma til Føroya, sigur amerikumaðurin, sum steðgar í Føroyum í eina viku.



Myndatekstur (mynd: Callahan-1):

- Eingin ynskir sær at koma í eina slíka støðu, sum eg kom í, men tað positiva við hendingini hevur verið, at hon hevur givið mær møguleikan at ferðast víða fyri at siga fólki frá tilburðinum, og hetta gevur mær nú eisini møguleikan at koma til Føroya, sigur Steven Callahan

Mynd: Billy Black