- Eg føli hatta sum eitt persónligt álop á meg, sigur svimjarin, Magnus Jákupsson, um eina hending til kapping, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri beint áðrenn jól.
Til SMS JólaSprint kappingina 22. desember stungu nakrar ósemjur seg upp, sum enn tann dag í dag ikki eru avkláraðar. Úrslitið av ósemjunum er, at Svimjisambandið hevur fingið tvær kærur, sum báðar snúgva seg um hendingar til hesa kappingina
Ikki føroyingur
Magnus Jákupsson er búsitandi í Danmark og hevur ikki føroyskan svimjitjóðskap - men danskan. Tí slapp hann í fyrstu syftu ikki at luttaka fyri sítt danska felag, tá hann spurdi Havnar Svimjifelag um tað. Hann fór tí heldur at svimja fyri Ægir. Men hetta var enn í stríð við ynskið hjá Havnar Svimjifelag, tí kappingin var sambært felagnum bert fyri føroyskar svimjarar úr føroyskum feløgum.
- Skal tað vera í ordan, at ein og hvør útlendskur svimjari kemur til Føroya og verður limur í føroyskum felag uttan víðari fyri so at vinna alt? Svimjarin svam, men spurningurin er, um tað var rætt, sigur Erling Eidesgaard, formaður í Havnar Svimjifelag.
Strikaður - misstak ella fótongul?
Magnus Jákupsson svimur, men beint áðrenn finaluna varnast hann ein trupulleika. Hansara navn er strikað av finalulistanum í einari av tveimum finalum. Svimjarin er sannførdur um, at Havnar Svimjifelag hevur staðið fyri at diska hann. Men hetta kennir Havnar Svimjifelag einki til, og trupulleikin við skrásetingini varð loystur beinanvegin. Havnar Svimjifelag hevur eisini sent formanninum í Svimjisambandinum eina átalu fyri sína reaktión uppá ósemjurnar til kappingina.
Málið er torgreitt, og dómsnevndin hjá Svimjisambandinum er nú í holt við at viðgera kærurnar. Hetta er fyrstu ferð í nógv ár, at dómsnevndin er blandað upp í mál hjá Svimjisambandinum. Les meira um alt hetta í nýggjasta Vikuskiftis Sosialinum, har vit práta við tey innblandaðu.