Stríðið um heiðursmerkini

Hondbóltur: Tað hevur leingi ligið í luftini, at tað á kvinnusíðuni skuldi verða Stjørnan, sum fór avstað við gullinum. Fimm onnur heiðursmerki eru tó at stríðast um í teimum báðum fremstu deildunum, og líkt er til, at vit fáa ein seras spennandi endaspurt hjá bæði monnum og kvinnum

Orsakað av landsdystunum, verða eingir hondbóltsdystir leiktur í fremstu røðunum hetta vikuskiftið, men kortini munnu tað vera mong, sum áhaldandi tosa og meta um, hvussu leikur fer, nú avgerandi dystirnir í hondbóltslandskappingini skulu leikast.


Spenningur um silvurið

Hjá kvinnunum snýr tosið seg ikki um gullmerkini, tí tey eru longu farin til Klaksvíkar. Gaman í eru klaksvíksgenturnar ikki matematiskt tryggjaðar enn, men tað skal eitt undur av teimum helt stóru til, um tær ikki skulu megna at ogna sær gullið.

Hinvegin er dysturin um silvurmerkini fullkomuliga opin. VÍF, Neistin, og Kyndil eru biðlarnir til hesi, og verður hugt at teimum dystum, sum hesi lið hava eftir at leika, er púra greitt, at alt er fullkomuliga opið hesum viðvíkjandi.

VÍF er tað liðið av hesum, sum hevur besta útgangsstøðið, áðrenn seinastu dystirnar. Tær eru í løtuni á øðrum plássi, ájavnt Neistan í stigum og tvey stig frammanfyri Kyndil, umframt at tær eiga ein dyst til góðar í mun til hini bæði.

Hinvegin eru tað fýra sera torførir dystir, sum vestmannagenturnar hava eftir at spæla. Fyrst kemur Kyndil á vitjan, og verður hugt at gongdini higartil í ár sæst, at Kyndil hevur vunnið allar dystirnar móti VÍF. Tveir dagar seinni kemur Stjørnan á vitjan, og lítið er at ivast í, at Stjørnan í hesum dystinum ætlar sær at seta alt upp á pláss, um Kyndil ikki hevur gjørt arbeiði fyri tær frammanundan.

Síðani gongur leiðin til Vágs, har úrslitið í grundspælinuum gjørdist javnleikur, meðan seinasti dysturin verður á heimavølli móti Neistanum.


Neistin er í løtuni á triðja plássi, tvey stig framman fyri Kyndil. Fyrstkomandi dysturin hjá teimum er á heimavølli móti Stjørnuni, og ikki er væntandi, at nakað fæst burtur úr hesum dysti.

Síðani gongur leiðin til Runavíkar, har tær væntandi fáa tvey stig, áðrenn leiðin gongur til Vestmanna, har seinasti dysturin skal leikast. Higartil í ár hevur VÍF havt sera gott tak á Neistanum, so okkara skot er, at Neistin bert fær tvey stig burtur úr teimum báðum seinastu dystunum, og tískil gerst taparin í stríðnum um heiðursmerki.


Sum einasta lið av teimum trimum, hevur Kyndil ongan dyst móti Stjørnuni eftir á skránni. Fyrst gongur leiðin til Vestmanna, har tær áður hava havt eitt sera gott tak á VÍF. Síðani kemur Tjaldur á vitjan, áðrenn Kyndil á heimavølli tekur móti VB.

Tískil eru útlitini fyri fullari úrtøku hjá kyndilsliðnum sera góð, men hetta krevur, at hugurin at spæla, er betri enn hann var mikudagin, tá tær taptu fyri Neistanum.


Okkara skot er tískil, at VÍF og Kyndil enda ájøvn í stigum á øðrum og triðja plássi, meðan Neistin má taka til takkar við fjórða plássinum.

Verður hetta so, verður málmunurin avgerandi fyri býtið av heiðursmerkjum, og verður tað helst Kyndil, sum kemur at hava munin her, við tað at tær væntandi kunnu vinna ein greiðan sigur á Tjaldrinum.

Hetta skal tó á ongan hátt skiljast sum hin ævinligi sannleikin. Dystirnir skulu leikast, áðrenn stigini verða býtt, og sum kunnugt gongst ikki altíð sum prestur prædikar.


Púra opið

Er talan um ein spennandi silvurdyst hjá kvinnunum, er gulldysturin hjá monnunum ikki minni spennandi. Eftir at Kyndil mikukvøldið mátti lúta fyri Neistanum, kunnu teir meira ella minni avskrivast í gullstríðnum, men líkt er til, at teir koma at spæla ein týðandi leiklut í gullstríðnum.


Fremsta liðið hjá monnunum er í løtuni VÍF, men teir hava leikt tveir dystir fleiri enn hini liðini, og tískil standa teir á pappírinum við veikastu kortunum, áðrenn endaspurturin verður settur inn.

Teir tríggir dystirnir, sum VÍF hevur eftir at leika, eru móti ávíkavist Kyndli, StÍF og Neistanum í nevndu raðfylgju, og kunnu teir tískil sjálvir avgera, hvørja lagnu FM vónir teirra skulu fáa.

Talan verður tó um tríggjar sera torførar dystir. Í landskappingin hevur VÍF vunnið allar dystirnar móti Kyndli higartil, men allir hesir sigrar hava verið sera teprir, og í steypakappingini megnaði Kyndil at seta vestmenningar upp á pláss, tó at bert eitt mál skildi partarnar.

Móti strandingum hava vestmenningar tvær ferðir verið við undirlutan, og kunnu teir tí vænta ein sera torføran dyst.

Seinasti dysturin hjá vestmenningum er móti Neistanum, og eisini her er torført at spáa um úrslitið. Í grundspælinum hevði VÍF sera gott tak á Neistanum, men í endaspælinum vann Neistin fyrru innanhýsis uppgerðina. Verður talan um ein dyst, sum avger FM-heitið, koma royndirnar hjá ymsu leikarunum tó at hava nógv at siga, og her hava vestmenningar betru kortini á hondini.

Skal FM-dreymurin hjá vestmenningum gerast til veruleika, er tó neyðugt, at teir koma úr aldudalinum, sum teir hava verið í síðani vetrarsteðgin. Helst hevur hesin verið orsakaður av drúgvu venjingunum undan europa-cup dystunum. Seinastu dystirnar hevur spælið tó peika á rætta leið, men tá hesir hava verið móti niðaru støddu liðunum, er ilt at siga, um VÍF hevur funnið toppformin aftur í tøkum tíma.


Á øðrum plássi liggur Neistin, og teir kunnu sum einasta lið røkka 33 stigum. Higartil í endaspælinum hava teir vunnið allar sjey dystirnar, og tískil kann tykjast sannlíkt, at teir eru eitt gott boð upp á ein komandi meistara, og í øllum førum er líkt til, at teir vera við í gullstríðnum fram til seinasta leikdag.

Teir hava nevnliga tríggjar dystir móti veikaru liðunum í deildini á skránni, og geva hesir fulla úrtøku, sum væntað, fáa teir í øllum førum 29 stig.

Spurningurin er so, hvússu gongst, tá teir vitja á Skála og í Vestmanna. Megna teir at fáa stig burtur úr øðrum av hesum, er líkt til, at málmunurin verður avgerandi fyri FM gullið, og í løtuni stendur VÍF seg best á hesum øki. Tískil kunnu úrslitini hjá Neistanum móti KÍF, H71 og Tjaldur gerast avgerandi fyri FM-vónirnar hjá havnarmonnunum.


Triðja liðið, sum framvegis hevur gullvónirnar intaktar, er StÍF, og okkurt er, sum talar fyri, at teir eins og seinasta ár yvirhála liðini móti endanum av kappingini.

Eftir at teir á útvølli hava leikt móti Tjaldur og H71, skulu teir nevnliga leika móti Neistanum, VÍF og Kyndli á heimavølli.

Sjálvandi er her talan um tríggjar sera torførar dystir, men megna strandingar at gera sær dælt av fyrimuninum við heimavølli, kunnu teir røkka 31 stigum. Spurningurin verður tá helst, hvussu leikur fer í dystinum millum VÍF og Neistan, ella um, hvussu góðan málmun strandingar hava.


Sum skilst av omanfyristandandi, so verður endaspurturin hetta kappingarárið sera spennandi, og tað kann væl laga seg soleiðis, at øll trý liðini eru við í stríðnum fram til seinasta leikdag.

Harumframt kann væl henda seg, at Kyndil kemur at hava ein avgerandi leiklut í hesum, við tað at vestmenningar og strandingar helst krevja fulla úrtøku móti Kyndli, um teir skulu halda lív í sínum FM-vónum.

Møguliga verða tað bert málini, sum skilja partarnar, men hetta er sjálvsagt ilt at siga framman undan. Einasta, sum tykist vera vist, er at ein møguligur FM vinnari helst skal vinna sær fleiri stig enn tey 25, sum strandingar vunnu gullið við í farna kappingarárið.