B6
Nú framhaldssøgan um sjúkrasystrarnar, sjúklingarnar og sjúkrahúsleiðsluna eftir øllum at døma er komin at enda, so kennir álitisumboðið fyri sjúkrasystrarnar seg eftir umstøðum rættiliga væl.
?Vit fingu nógv av tí, ið vit settu okkum fyri, og hetta eru vit væl eisini nøgdar við, sigur Ingun Gaardbo, sum hevur verið myndin úteftir fyri tær illa strandaðu sjúkrasystrarnar á B6.
Hon greiðir frá, at teir í fyrstu atløgu settu sær fyri at frá 3,6 fólk afturat, men tær søgdu seg seinni kunna góðtaka 1,8 fólk afturat, og hetta er eisini tað, ið tær hava fingið.
At leiðslan nú eftir øllum at døma ætlar at gera nakrar umskipanir, heldur Ingun Gaardbo eisini vera í lagi, og hetta hevur leiðslan væl eisini heimild til, sigur hon.
Nú trætan er loyst, so fara allar sjúkrasystrarnar aftur til arbeiðis 7. januar við góðum móti. Tað, at fleiri fólk verða sett, fær eisini fylgjur á tann hátt, at fleiri starvsfólk vera til heilsurøkt, ístaðinfyri at ringja eftir fólki og annað.
?At vit fáa fleiri fólk, merkir í veruleikanum, at deildin fær enn fleiri fólk enn bert 1,8, tí nú verður ikki neyðugt at hava burturav, sum ringir eftir fólki. Eisini verður tað lættari at arbeiða á B6, soleiðis at tað kunnu væntast færri sjúkradagar, sigur Ingun Gaardbo.
Hon er heldur ikki iva, tá ið vit spyrja hana, um hetta hevur verið alt stríðið vert.
?Tað hevur so avgjørt verið stríðið vert, og vit venda allar aftur til arbeiðis, sigur Ingun Gaardbo.