Stríðsvalið er í dag

Avgerðin verður tikin í dag, hvør skal stjórna Føroya Lærarafelag komandi mánaðirnar. Føroya Lærarafelag hevur eykaaðalfund í dag klokka 14.00 í Læraraskúlahøllini í Havn.

Á skránni eru formansval og val av tveimum tiltakslimum.

Páll Poulsen og Herálvur Jacobsen bjóða seg fram at verða formaður.

Páll Poulsen er sannførdur, at hann var førur fyri at standa á odda fyri Lærarafelagnum.

- Endamálið er altíð at menna fólkaskúlan, og Lærarafelagið skal leggja grundarlagið undir menningina og framvegis ganga á odda í kjakinum um føroyska skúlan og undirvísingina, segði Páll Poulsen í viðtalu við Sosialin í farnu viku.

Herálvur Jacobsen sigur, at hann ætlar sær at togast við Mentamálaráðið, um hann verður valdur.

- Lærarafelagið skal hoyrast, nú sparingar fara fram í fólkaskúlanum. Tað er sera umráðandi, at vit hava dugnaligan og skikkaðan ungdóm, sum fær neyðuga lærdómin. Vit vita, at sparingar fara fram, men innihaldið í frálæruni skal framvegis verða dagført, so næmingurin dugir tað, sum krevst, segði Herálvur Jacobsen.

Páll Poulsen er 62 ára gamal, og hevur starvast sum lærari í Tórshavnar Kommunuskúla síðan 1971. Hann hevur verið í nevndini í Føroya Lærarafelag síðan 2003.

Herálvur Jacobsen er 54 ára gamal. Hann var lærari á Tekniska Skúla í Havn í árunum frá 1981 til 1982, og síðan 1982 hevur hann starvast sum lærari í Sørvágs Skúla. Hann varð valdur í nevndina í Føroya Lærarafelag í 1982.