Tað loypti hvøkk á mong tá tað frættist, at umboð fyri norska kongshúsið skuldu vera við í stóra hátíðarhaldinum, nú 150 ár eru liðin, síðani norska skaldið Knut Hamsun varð føddur. Ikki tí, tey flestu eru samd um, at Hamsun er eitt tað størsta skaldið heimurin nakrantíð hevur átt. Men hann hevði eisini eina skuggasíðu, sum mong helst vilja tiga burtur, og sum tey undir ongum umstøðum halda tað vera sømiligt at heiðra.
Fagnaði Hitler
Knut Hamsun duldi nevniliga á ongan hátt yvir, at hann tók undir við nazismuni. Eitt nú sendi hann í 1943 sína Nobel-medalju til týska propagandaráðharran, Joseph Goebbels, eins og hann skrivaði føgur minningarorð um Hitler.
Mong hava annars gjørt sítt ítarsta fyri at umbera hesa síðuna av stóra tjóðarskaldinum, eitt nú við at royna at prógva, at hansara hálovan av nazismuni var úrslit av sinnisjúku og óhepnari ávirkan frá konuni. Hinvegin ber tað illa til at lata eyguni aftur fyri, at Hamsun fór í grøvina uttan hvørki at angra ella avnokta sínar politisku sannføringar.
Eftir stendur minnið um Hamsun sum eitt sár í norska fólkinum, ið spríkir upp, hvørja ferð eitt høvi at hátíðarhalda hann, treingir seg á.
At stríð hevur tikið seg upp um tað sømiliga í einum stórum 150-ára hátíðarhaldi fyri Hamsun, undrar tí ongan. Men at sjálv norska krúnprinsessan, Mette Marit, hevur játtað at vera verji fyri hátíðarhaldið er sum at stroyða eyka salt í sárið, halda mong.
Sambært Ingar Sletten Kolloen, sum hevur skrivað ævisøgu um Hamsun, hevði tað verið óhugsandi, at drotning Sonia ella Haraldur kongur átóku sær eina slíka uppgávu, tí tey sjálvi hoyra til krígsættarliðið
"Tú kanst ikki biðja eitt offur stilla seg sum verja hjá einum bøðli", sum Kolloen segði við Aftenposten herfyri.
Gøla
Fleiri felagsskapir fyri jødar finnast nú eisini hvassliga at norska kongshúsinum. Eitt nú hevur altjóða Raoul Wallenberg felagið, ið er uppkallað eftir svenska diplomatinum, sum bjargaði túsundtals jødum undan nazistunum, kallað luttøkuna hjá kongshúsinum í hátíðarhaldinum fyri eina stóra gølu.
"Nógvir úrmælingar vóru nazistar, men eg havi ongantíð hoyrt um nakran, sum bleiv heiðraður av einu statsovasta", segði ein heldur skelkaður formaður fyri Raoul Wallenberg herfyri.
Norska kongshúsið verjir seg hinvegin við at vísa á, at tað ikki eru politisku sannføringarnar hjá Hamsun, men hansara ritverk, sum verður hátíðarhildið. Ella sum drotning Sonia tók til:
"Tað má bera til at hava tveir tankar í høvdinum í senn og skilja ímillum bøkurnar og menniskjað"
Byrjið her
Og tað er so spurningurin, um tað ber til. Duga vit tað, og savna okkum um ritverkið hjá Hamsun sleppa vit afturfyri at kaga niður í eitt menniskjaligt sálardýpi, sum ongin annar rithøvundur hevur megnað at lýst tað. Og vit síggja ein rithøvunda, sum í sínum bókum noktaði at lefla fyri fínara borgaraskapinum og teirra grunnu tvørleikum og í staðin setti uppá at tæga menniskjaliga nervalagið sundur, til blóðið næstan dryppaði.
Nýggir lesrarar kunnu byrja við meistarverkinum Sult, ið byrjar soleiðis:
"Det var i den Tid, jeg gik omkring og sulted i Kristiania, denne forunderlige By, som ingen forlader, før han har faaet Mærker af den".
Les hana, lat teg merkja av henni - og tak síðani støðu til, um nazistiska lyndið hjá Hamsun eigur at sleppa at skemma minnið um hansara evni at skapa skaldskap ...
--------
Hátíðarhald
Stóra hátíðarhaldið byrjaði mikudagin í norðurnorska býnum Hamarøy, har Hamsun varð føddur og vaks upp.
Millum hæddarpunktini var upplatingin av einum nýggjum Hamsun-savni. Eisini var ein stór framførsla á skránni, ið byggir á ritverkið hjá Hamsun, har ein røð av kendum rithøvundum og øðrum listafólkum tóku lut.
Hátíðarhaldið heldur fram alla vikuna.