Stríð um kollfirðingar

Havnar Arbeiðsmannafelag krevur, at arbeiðsfólk íKollafirði skulu meldast úr Kollafjarðar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðarafelag og blíva limir í arbeiðarafeløgunum í Havn

-Nú Kollafjørður er komin uppí Havnina, skulu arbeiðsfólk í Kollafirði eisini uppí fakfeløgini í Havn.

Tað krevur Havnar Arbeiðsmannafelag nú.

Sostatt hevur samanleggingin ímillum Kollafjarðar Kommuna og Tórshavnar Kommunu fingið eitt heldur óvæntað eftirspæl.

Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur, at tað er eitt krav, at nú kommunurnar eru løgd saman, mugu fakfeløgini eisini leggjast saman.

Mánakvøldið var fundur ímillum Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Kollafjarðar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, og har setti Karl Johansen fram kravið um, at nú kommunurnar verða lagdar saman, verða kollfirðingar eisini noyddir til at melda seg uppí feløgini í Havn.

-Annars koma vit í heilum at troka okkum inn á økið hjá hvørjum øðrum, og tað ber ikki til. Tað skilst, at ein trupulleiki er, at Kollafjarðar Arbeiðarafelag er limur í Føroya Arbeiðarafelag. Og hendir ongin broyting, kemur Føroya Arbeiðarafelag sostatt at hava limafelag í Tórshavnar Kommunu og hevur samráðingarrættin fyri eitt felag í Havn. Og hvat nú, um feløgini í Havn og Føroya Arbeiðarafelag fáa ymsar sáttmála, skulu so arbeiðsfólk í Tórshavnar Kommuna arbeiða undir ymsum treytum, hóast tey eru í somu kommunu.

Tað er eisini vanlig mannagongd, at tá ið havnarfólk arbeiða í Kollafirði, melda tey seg inn í Kollafjarðar Arbeiðarafelag. Og umvent melda kollfirðingar seg inn í feløgini í Havn, tá ið teir koma til Havnar at arbeiða.

Ein spurningur er, um hetta skal halda fram, tá ið kommunurnar eru lagdar saman 1. januar, at arbeiðsfólk í havn og í Kollafirði skulu noyðast at melda seg í feløgini hjá hvørjum øðrum, hóast øll eru í somu kommunu.


Karl Johansen sigur, át á fundinum mánakvøldið legði hann dent á, at tað er ikki limagjaldinum, sum Havnar Arbeiðsmannafelag er eftir.

-Vit vilja einans eftir at hava greið viðurskifti, sigur hann.


Mugu hava avtalu

Hinvegin er tað ikki greitt, um Havnar Arbeiðskvinnufelag krevur, at arbeiðskvinnur í Kollafirði beinleiðis skulu innlimast í Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Vígdis Johannesen forkvinna í Havnar Arbeiðskvinna sigur, at í øllum førum má ein avtala gerast ímillum Havnar Arbeiðskvinnufelag og kollfirðingar.

Hon sigur, at ein trupulleiki er, at tað stendur í lógunum fyri Havnar Arbeiðskvinnufelag, at felagið fevnir um Tórshavnar- og Kirkjubøar Kommunu og á nýggjárinum kemur eisini Kollafjørður uppí Tórshavnar Kommunu.