Stríð um oyggjanavn

Kinesiska stjórnin mótmælti í dag, at Japan ætlar sær at geva 39 oyggjum, sum londini stríðast um, japonsk nøvn og at seta tær koma á eitt nýtt japanskt kort, sum verður liðugt í mars.

Kinesarar rópa oyggjarnar Diaoyu, men í Japan eita tær Senkaku. Tær eru í Eysturkinesiska Havinum, og umkframt Kina og Japan krevur Taiwan ræðisrættin yvir teimum. Orsøkin til tann stóra áhugan fyri oyggjunum er, at sambært serfrøðingum er góður møguleiki at finna bæði olju og gass har.

Talsmaðurin hjá kinesiska uttanríkisráðnum segði í dag, at Diaoyu-oyggjarnar hava altíð verið partur av kinesiska yvirvaldsøkinum, og at Kina tilskilar sær ræðisrættin yvir teimum. Talsmaðurin legði afturat, at Kina hevur sent Japan eitt formligt mótmæli og ávarað um, at avgerðin hjá japanum at geva oyggjunum japanskt navn er ólóglig.

Kina er eisini í øðini um, at nakrir japanskir embætismenn hava verið á vitjan í oyggjunum.