Strandarhondbóltur á Sandagerði

Aftur í ár verður skipað fyri strandarhondbólti á Sandagerði undan Ólavsøku

Í fjør var á fyrsta sinni skipað fyri strandarhondbólti (Beach Handball) á Sandagerði. Tiltakið eydnaðist somikið væl í fjør, at tað verður endurtikið leygardagin 25. juli.

 

Kappingin er fyri bæði menn og kvinnur. Loyvt er at hava seks leikarar á hvørjum liði, og luttøkugjaldið fyri hvørt lið er 600 krónur.

 

Á staðnum verður eisini okkurt etandi og drekkandi at keypa. Harafturat er áhugavert, at ein danskur DJ kemur at spæla tónleik í samband við tiltakið.

 

Kappingin ber heitið Kjølur Beach Handball Cup 2015. Nærri kunning um kappingina kann finnast á Facebook, har tiltakið eitur Kjølur Beach Handball Cup 2015.