Strandferðslan klárar ikki at halda játtanina í ár, og fær hon ikki hægri játtan, verður neyðugt at seta sparingar í verk.
Tað staðfestir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. og tí hevur hon lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta Strandferðsluni 1,55 millión afturat í ár.
Tað er ein serlig orsøk til, at Strandferðslan manglar pengar í ár. Og tann orsøkin eitur Ternan.
Kristina Háfoss sigur, at tá ið Ternan fór í dokk í september, vísti tað seg, at gearini til báðar høvuðsmotorarnar vóru heilt illa farin, og at tað tískil var neyðugt við umfatandi umvælingum fyri at fáa hana í sigling aftur.
Gearini eru líka gomul sum Ternan, ið varð bygd í 1980, og tískil hevur tað gingið strilti at finna eykalutir, umframt at onkrir av eykalutunum máttu gerast til endamálið, og tað er dýrt.
Eftir ætlan skuldi Ternan vera í dokk í 10 dagar, men tá ið avtornaði tók arbeiðið tveir mánaðir.
Tilsamans merkir hetta, at, at útreiðslurnar hjá Strandferðsluni hækkaðu 2,55 milliónir krónur. Hinvegin vísir ein meting, at í ár verða inntøkurnar eina millión hægri, enn mett var við ársbyrjan, og sostatt er neyðugt at Løgtingið játtar Strandferðsluni 1,55 milliónir krónur afturat í ár.