Strandferðslustjórarnir hittust

Týsdagin hittust teir báðir Reidar Nónfjall, núverandi Strandferðslustjóri og Kristian Davidsen, komandi stjóri

Stjóraskifti

Tann 1. januar 2003 tekur Kristian Davidsen við sum nýggjur Strandferðslustjóri. Hann tekur yvir tá Reidar Nónfjall verður loystur úr starvi.
? Vit gjøgnumganga Strandferðsluna í dag. Bygnaðin, fíggjarstýring, starvsfólkaviðurskifti, tænastu og annað. Vit hava eina drúgva skrá, sum vit skulu hava ígjøgnum, segði Reidar Nónfjall fyrrapartin í gjár.
Hetta er fyrsta ferðin teir báðir hittast. Kristian Davidsen flutti heim úr Svøríki leygardagin.
? Eg fari undir hetta starvið við góðum treysti. Hetta er ein ógvuliga spennandi avbjóðing, sigur Kristian í stuttari viðmerking við Sosialin.

Myndatxt: Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni á fyrsta fundinum við komandi Strandferðslustjóran, Kristian Davidsen

Mynd: Álvur Haraldsen