Strandferðslan hækkar ferðaseðlaprísir

Tað er ásett í fíggjarlógini fyri 2025, at Strandferðslan skal við broyttum prísbygnaði útvega fleiri inntøkur. Sambært samgonguskjalinum skulu prísirnir fyri útlendingar endurskoðast

Tíðindaskriv:

Nú ið Strandferðslan dagførir ferðaseðlaprísir, er tað eftir 18 ár við óbroyttum prísum. Prísirnir blivu seinast broyttir í 2007, tá ið teir á oyggjaleiðum lækkaðu 50% fyri ferðafólk og 22% fyri akfør.

Á oyggjaleiðum fara pendlarar nú við einum árskorti at kunna fáa stigvíst øktan avsláttur. Fyri hvørjar 10 túrar lækkar prísurin 15%, niður í 50%. Ferðast ein heilt nógvar túrar, verður ferðingin ókeypis.

Er tann ferðandi búsitandi í Føroyum, men er ikki pendlari, verða 10 krónur lagdar aftrat einvegis ferðaseðlinum. Av tí, at farið verður aftur til at rinda fyri einvegis ferðing, er broytingin 20 krónur t/r.

Fyri ein ikki-búsitandi í Føroyum, hækkar prísurin nakað meira enn hjá teim búsitandi. Hækkingin verður 75% fyri ferðandi til gongu og 50% fyri akfør og verður løgd oman á prísin hjá búsitandi.

Fyri akfør verður metur-bólkingin nú einfaldari við færri bólkum. Frameftir fara prísirnir at avspegla, hvussu nógv pláss akfarið brúkar á dekkinum. 

Á bygdaleiðum fara allir ferðaseðlar at hækka 5 krónur.

Keyp av ferðaseðlum verður frameftir umvegis bíleggingarskipanina. Keypast kann tó eisini á staðnum, áðrenn man fer umborð, men tá er tað uttan prísfyrimunir og til hægri prís.

Eru tað ferðandi, ið ikki brúka snildfon ella av øðrum ávum ikki kunnu keypa í bíleggingarskipanini, ber til í samráði við Strandferðsluna at keypa sær eitt kort at ferðast við.

Strandferðslan hevur stuðlað menningini av skjáttuni hjá Talgildu Føroyum við talgildari ferðaseðla-sølu fyri eyga. Skjótt fara tey ferðandi tí at kunna brúka QR-kotuna í samband við ferðingina.

Broytti prísbygnaðurin og dagføringin av ferðaseðlaprísunum verða sett í verk týsdagin 8. apríl. 

Sambært fíggjarlógini fyri 2025 skal Strandferðslan m.a við broyttum prísbygnaði útvega fleiri inntøkur. Sambært samgonguskjalinum skulu prísirnir fyri útlendingar endurskoðast.