Strandferðslan skal lurta eftir nólsoyingum

Teistin er nú tikin úr sigling, tí hann skal røkja kalsoyarleiðina, hóast nýtt skip verður bygt til ta leiðina. Nólsoyingar fáa nú Ternuna, sum er 45 ára gomul.

Strandferðslan hevur lógarásetta flutningsskyldu, og tað merkir millum annað, sum tað stendur í lógini: ”nøktandi sjóvegis fólkaflutningi, farmaflutningi og/ella flutningi av akførum”.

Í løtuni er ferðasambandið als ikki nøktandi.

 

Fleiri túrar um Nólsoyarfjørð

 

Tað skal bera til at búgva í Nólsoy og arbeiða aðrastaðni. Tað skal bera til at reka vinnulív í Nólsoy. Tað skal bera til hjá børnum og ungum at búgva í Nólsoy og ganga til frítíðarítriv aðrastaðni.

 

Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu krevji eg, at Strandferðslan tekur hesa flutningsskyldu í álvara um Nólsoyarfjørð og syrgir fyri, at fleiri túrar verða á farleiðini. Tað er eitt ynski frá nólsoyingum.

 

Hvat ætlar SSL við Nólsoyarleiðini?

 

Kundi eisini hugsað mær at vitað, hvørjar ætlanir Strandferðslan hevur við ferðasambandinum millum Nólsoy og meginøkið.

 

Fáa nólsoyingar nýtt skip? Verður 45 ára gamla Ternan verandi? 

 

Nú Teistin riggar so sera væl til Kalsoyarsiglingina er einki rættari, enn at fyrsta ferjan, sum skal byggjast, verður bygd til Nólsoyarleiðina. 

 

Hetta eigur Løgtingið at taka støðu til beinanvegin. 

 

Elsa Berg,

borgarstjóri í Tórshavnar kommunu