Storhamar vann seg í Final Four í steypakappingini

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir eru millum tey fýra liðini, ið eru eftir í kappingini

Landsliðskiparin, Pernille Brandenborg sleppur at royna seg í Final Four í norsku steypakappingini.

 

Pernille og liðfelagarnir í Storhamar vunnu á heimavølli í OBOS Arena høllini 21-17 (10-8) á Byåsen.

 

Pernille fekk tríggjar møguleikar at skjóta mál, og hon setti allar tríggjar í netið.

 

Hini trý liðini, ið hava vunnið seg í Final Four eru Molde, Oppsal og Larvik.

 

Komandi sunnudag klokkan 17.15 spælir Storhamar á útivølli toppdyst í bestu norsku hondbóltsdeildini móti Sola í Stavanger.