Strandflogbólturin spælir seinastu dystirnar í kvøld

OYL 15: Føroysku kvinnurnar hava fyri løtu síðani spælt næstseinasta dystin

Føroyski strandflogbólturin hevur av álvara fingið seg royndan á hesum oyggjaleikunum. Umstøðurnar til at spæla strandflogbólt eru ikki av teimum bestu í Føroyum, og hetta er nakað sum hevur merkt føroysku leikararnir.

 

Tungi sandurin og nógvi hitin er ikki fyrimunur hjá teimum føroysku strandflogbóltsleikarunum, sum higartil hava tapt allar sínar dystir.

 

Tær føroysku kvinnurnar – møðgurnar báðar, Randi og Anna Larsen, spældu fyri løtu síðani móti Cayman oyggjunum, har tær taptu 2-0.

 

Randi og Anna Larsen spæla í kvøld seinasta dystin til oyggjaleikirnar. Dysturin hjá teimum í kvøld verður ímóti Saaremaa og byrjar klokkan 16:00.

 

Menninir, Jóhan Petur á Stongum og Ólavur Jensen, hava eisini tapt allar sínar dystir. Mánadagin vóru teir um reppi at vinna dystin móti Bermuda, sum teir tó taptu 2-1.

Menninir spæla í kvøld seinasta dystin til oyggjaleikir ímóti Isle of Man. Tann dysturin byrjar klokkan 18:00.

 

Úrslitini hjá kvinnunum higartil:

Føroyar-Jersey 0-2

Føroyar-Menorca 0-2

Føroyar-Gotland 0-2

Føroyar-Bermuda 0-2

Føroyar-Cayman Islands 0-2

 

Úrslitini hjá monnunum higartil:

Føroyar-Menorca 0-2

Føroyar-Saaremaa 0-2

Føroyar-Bermuda 1-2

Føroyar-Cayman Islands 0-2

Føroyar-Jersey 0-2

Føroyar-Gotland 0-2