StÍF-Kyndil 28-24 (12-10)
Hondbóltur
Tað líktist mest av øllum eini uppgerð um silvurmerkini, longu áðrenn dysturin byrjaði.
Gullmerkini hava satt at siga ikki verið nakar spurningur kappingarárið á tamb, og meðan vestmenningar í stórum stíli eru komnir alsamt nærri gullmerkjunum, hevur silvurdysturin alla tíðina staðið ímillum StÍF og Kyndil.
Avrikini hjá havnarmonnunum hava tó ikki verið serliga sannførandi síðani vetrarsteðgin, og tískil var tað eisini tvinganndi neyðugt hjá teimum at vinna dystin á Skála, um strandingar ikki skuldu sleppa leysir av Kyndli.
Fyrstu løtuna av dystinum var heldur ikki líkt til, at Kyndil ætlaði at lova vertunum nakað sum helst. Teir løgdu stóran dent á verjupartin, har teir við kontantum og til tíðir hørðum spæli gjørdu sítt til, at uppgávan hjá Jens í málinum gjørdist eitt sindur lættari, enn hon hevur verið fleiri av seinastu dystunum.
Yvir høvur var kyndilsavrikið sera sannførandi hesa fyrstu løtuna. Verjuparturin riggaði væl, og við útgangsstøði í hesum fingu teir fleiri ferðir sett mótálop í gongd, soleiðis at menn sluppu leysir við Johan í StÍF málinum.
Steðgaðu upp
Góða gongdin hjá Kyndli helt sær í einar tíggju minuttir, og størsta einstaka orsøkin til, at alt nú koppaði hinvegin, mundi vera Costin Dumitrescu. Fyrstu løtuna av dystinum hevði hann hildið seg á beinkinum, haðani hann royndi at stýra sínum monnum, men tað var tó greitt, at her máttu evni hansara sum hondbóltsleikari eisini koma upp í part.
Hetta setti beinan vegin meira ferð á álopsspælið, men tað var serliga í verjupartinum, at StÍF nú fekk fatur á Kyndli. Seinastu 20 minuttirnar undan steðginum skoraði Kyndil bert trý mál (harav tvey brotskøst), og strandingar fóru tí spakuliga upp á javnt, og síðani fram um gestirnar.
StÍF hevði tak á
Ringi endin upp á fyrra hálvleik, sat helst eisini onku staðni í heysinum á kyndilsmonnum, tá teir fóru undir seinna umfarið. Nærlagni teirra í verjupartinum var als ikki eins stórt longur, og fleiri ferðir sóust StÍF álop endað við eini fríspæling í gapandi stóru holini í kyndilsverjuni.
Í álopspartinum gekst tó betri hjá Kyndli nú, og teir megnaðu eisini stóran part av tíðni at fylgja við strandingum í málskjóting, men kortini var tað ikki líkt til, at teir skuldu venda dsytinum til egnan fyrimun. Tú sat alla tíðina við kensluni av, at StÍF hevði tamarhald á tí mesta, sum fyrifórst úti á vøllinum, og líka mikið hvussu Kyndil royndi, so kom munurin ikki niður um tvey mál.
Strandingar gjørdu sær rættiliga dælt, tá Kyndil seint í hálvleikinum varð rakt av eini útvísing, og eftir at teir høvdu økt upp í fimm mál, var spurningurin bert, hvussu stórur sigurin skuldi verða.
Kyndil royndi seinastu løtuna at mansverja bæði Artur og Costin, aum báðir høvdu verið sera sjónligir í spælinum, men hetta gav so aftur meira pláss til liðfelagar teirra. Sostatt kundi tað seinastu minuttirnar gera tað sama, at Bjarni veruliga hevði grivið kanónina fram, og millum annað lat nøkur súsandi undirhondsskot fara í StÍF meskarrnar.
Hyggja aftureftir
Við sigrinum syrgdu strandingar fyri, at tað nú skal meira enn bert eitt tap í útidystinum móti Kyndli til tess at silvurmerkini skulu koma í vanda. Gullmerkini eru sjálvsagt ein møguleiki enn, men tað er helst bert ein spurningur um tíð, áðrenn vestmenningar læsa allar dyr í so máta.
Hjá Kyndli tykist alt nú at vera fallið í fátt, eftir at liðið annars undan jólasteðginum gjørdi rættiliga um seg. Mett varð tá, at Kyndil kanska sýndi vakrasta hondbóltsspælið í landinum, men hetta er so als ikki komið ferð síðani steðgin.
Stigamissir móti KÍF eru heldur ikki tað, sum styrkja mest um vónirnar fyri metallum, og satt at siga, so skal Kyndil heldur ansa eftir, hvør er í hølunum á teimum. Har hevur yngra havnarliðið bert eitt stig at geva av niður til skjótt 70 ára gomlu grannarnar.
Finna kyndilsmenn spælið frá í heyst fram aftur, er helst eingin vandi fyri at missa nakað sum, men spurningurin er helst, um tað er gjørligt at fáa sama vilja fram aftur í leikararnar. Tá stríddust teir fyri hvønn bólt, og viljin til at vinna lýsti úr leikarunum. Sunnudagin var hesin sami vilji bert at hóma fyrstu løtuna, og eftir at strandingar høvdu lagt seg framum, var viljin burtur.
Sinniliga yvirskotið tóktist heldur ikki vera eins stórt, og tað hjá mótstøðuni, og m.a. sóust kyndilsmenn ofta illneitast á hvønn annan, dómarar ella mótstøðumenn, heldur enn at royna at stuðla uppundir hvønn annan.
Hetta seinastu dugdu teir á heimaliðnum, og sum spælið er í løtuni verður eingin sum tekur teir av silvurplássinum. Teir megnaðu óvæntað at koppa VÍF í steypafinaluni, men hetta letur seg neyvan gera í landskappingini. Hinvegin man árið ikki hava verið heilt miseydnaði, um talan verður um eitt gull- og eitt silvurmerki, tá avtornar.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Costin Dumitrescu 7(1), John Petersen 7(2), Kristjan Petursson 6, Bent Djurhuus 2, Alexndur Johansen 2, Artur Johansen 2, Marius Joensen 2
Kyndil: Bjarni Wardum 8(2), Heini Bendtsen 4, Uni Wardum 2(2), Janus Einar Sørensen 2, Høgni Klein 2, Hans Áki Dahl Christiansen 2, Jónleif Sólsker 2, Hanus Jensen 1, Regin M. Petersen 1
Brotskøst: StÍF 5, Kyndil 4
Útvísingar: Kyndil 2
Dómarar úr Stjørnuni: Geir Wardum og Carsten Andersen. Framdu sjálvandi eisini síni mistøk ígjøgnum dystin, men tó alla tíðina tamarhald á tí, sum fyrifórst, og ongan tíð var dysturin um at gleppa teimum av hondum.