StÍF hevði fýra mál at innheinta, tá ið strandingar tóku ímóti neistamonnum í høllini á Skála í kvøld. Fyrri dysturin ímillum liðini endaði 28-24 til Neistan, og harvið høvdu neistamenn fyrimunin undan kvøldsins dysti. Strandingar megnaðu tó at vinna seg í steyafinaluna, tí kvøldsins hálvfinaludystur endaði 31-25 til StÍF.
Tað var tíðliga í dystinum, at tað eydnaðist heimaliðnum at vinna tey fýra málini innaftur. Allan fyrra hálvleik vóru strandingar við yvirlutan og fóru til hálvleiks á odda 15-10. Í seinna hálvleiki var háspenningur í luftini, tí neistamenn hingu í og kundu vinna samanlagt við at minka leiðsluna hjá StÍF niður í trý mál. At enda drugu heimamenninir tó longra stráðið og vunnu 31-25.
Tveir stórskjúttar gjørdu veruliga um seg í dystinum. Hjá StÍF gekk garvaði Sveinur Justinussen á odda við at skora heili 11 mál, meðan Teis Horn Rasmussen gjørdi sítt til at halda Neistanum inni í dystinum við at skora 10 mál.
Hetta er fyrsta steypafinalan hjá StÍF síðani 2013. Mótstøðuliðið hjá strandingum í steypafinaluni verður H71, sum fyrr í dag vann 25-19 og tilsamans 54-45 ímóti VÍF.
Málskjúttarnir vóru hesir:
StÍF-Neistin 31-25 (15-10)
StÍF: Sveinur Justinussen 11, Allan Norðberg 6, Pætur Johansen 6, Kjartan Johansen 4, Borgar Persson 3 og Marius Joensen 1.
Neistin: Teis Horn Rasmussen 10, Frank Askildsen 5, Rói Berg Hansen 4, Torkil Hentze 3, Torstein Balle 2 og Andras Joensen 1.