Strangari at hava koyrikort í Føroyum

Koyrikort eru ikki longur galdandi til ein fyllir 70

Nú er tað vorðið strangari at hava koyrikort í Føroyum.

Higartil hevur tað verið so, at koyrikortið hevur verið galdandi til ein fyllir 70.

Men Ráðið fyri Ferðslutrygd ger nú vart við, at hereftir eru koyrikort til vanligan bil bara galdandi í 15 ár.

 

Samstundis er koyrikortið til lastbil, buss og stórt viðfestisakfar bara galdandi í fimm ár.

Tá ið koyrikortið er útgingið, krevst nýggj heilsukanning til fyri at fáa tað endurnýggjað.

Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur, at hetta verðru gjørt fyri at økja um ferðslutrygdina

 

- Tað er ein sannroynd, at í nútíðar samfelagnum líða fólk meira av hjarta- og æðrasjúkum, diabetes og lívsstílssjúkum.

 

Tí verður mett, at tað er neyðugt at fylgja betri við heilsustøðuni hjá teimum sum hava koyrikort, serliga til stór akfør, sum kunnu vera til stóran vanda fyri onnur um heilsustøðan hjá tí sum koyrir, brádliga versnar.

Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur, at hetta er í samsvari við altjóða krøv.

 

- Tá ið koyrikortið verður endurnýggjað 15. og 5. hvørt ár, merkir tað eisini, at vandi fyri, at koyrikortið verður misnýtt minkar, tá ið myndin skal verða skift oftari enn í dag.

- Tá ið útlendingar uttanfyri ES og Norðurlond flyta til Føroya at búgva, skulu tey fáa sær føroyskt fyri at kunna koyra bil í Føroyum.

 

- Nú fáa tey 90 dagar at avgreiða hesi viðurskifti, har tey bæðu skulu upp í teori og koyriroynd fyri at kunna koyra bil í Føroyum.