Nógv umtalaði ræstkjøtaburgarin í Saksun hjá Ruben Busk hevur veruliga gjørt um seg í Føroyum seinastu vikurnar. Nú er streetfood vognurin fluttur úr Saksun og til Havnar á ólavsøku.
- Har er so stórur eftirspurningur eftir vørunum, vit bjóða, so tá møguleikin at koma til Havnar á ólavsøku var har, so tóku vit sjálvandi av, sigur Ruben Brusk, eigari av vogninum.
Ruben Busk hevur tveir básar á ólavsøku í ár. Tann eini er streetfood vognurin, og í hinum básinum selir hann saman við einum øðrum grikskt streetfood. Hetta gjørdu teir eisini síðsta ár, sum vísti seg at rigga væl.
- Streetfood bylgjan er komin til Føroya, sigur Ruben Busk.
Gongur mann niðan eftir Tórsgøtu og framvið gamla kondittarínum, so slepst ikki undan luktinum av røstum kjøti. Í vogninum hava teir úr at gera, og tað sæst aftur á køini.
- Har er gongd í. Hatta er jú ein lítil vognur, har bara tvey fólk passa inn, so mann kann gott forvænta at standa í kø, sigur Ruben Busk.
Ólavsøkan hjá Ruben Brusk verður hildin í grikska básinum, har hann væntar at koma at arbeiða 20 tímar um døgnið.