Tað er ikki grundarlag fyri at hækka streymprísin í Føroyum í løtuni, sigur Elveitingareftirlitið í skrivi til SEV, sum Rás2 hevur fingið innlit í SEV hevur í fíggjarætlanini fyri 2009 roknað við, at streymprísurin hækkar við 4 oyrum frá nýggjárinum at rokna. SEV hevur søkt Elveitingareftirlitið um loyvi at hækka prísin, og Elveitingareftirlitið hevur svarað noktandi.
Elveitingareftirlitið vísir til elveitingarlógina sum sigur, at netvirksemið skal hvíla fíggjarliga í sær sjálvum soleiðis, at inntøkurnar eru hóskandi til at gjalda fyri rakstur og ætlaðar neyðugar íløgur.
Elveitingareftirlitið hevur fingið roknskapartøl fyri 2007 og 2008, og út frá hesum tølum hevur Elveitingareftirlitið funnið fram til, at SEV hevur ætlandi ein eginpening á umleið 1,2 milliardir krónur við ársbyrjan í ár.
- Sambært treytunum í netloyvinum, kann SEV ikki hækka prísirnar mótvegis el-brúkaranum, so leingi eginognin hjá SEV er á væntaða støðinum, og/ella so leingi politisk støða ikki er tikin til spurningin um støddina á eginognini, uttan so at heilt serlig viðurskifti tala fyri eini príshækkan, sum kann góðkennast av Elveitingareftirlitinum, sigur Elveitingareftirlitið.
Niðurstøðan hjá Elveitingareftirlitinum er tí tann, at eru ikki serlig viðurskifti, sum tala fyri eini príshækkan, og at tað sostatt í løtuni ikki er grundarlag fyri at hækka streymprísirnar.