Streymurin farin í Suðri

Sandvík, Hvalba og Sumba liggja nú uttan streym.

Streymurin fór um eitt-tíðina í dag, og frá SEV verður sagt, at brekið helst er í fjøllunum, og sum veðrið er í løtuni er ikki hugsingur um at senda fólk út.

Hartil er eisini GSM-netið farið í Sandvík, og so leingi veðrið leikar í, sum tað ger í løtuni, ber ikki til at gera nakað.

Veðurvánirnar eru sera vánaligar í løtuni, men tó skal vindurin minka út móti klokkan 18 í kvøld.