Streymurin í Havn komin aftur

Fyrr í dag fór streymurin í pørtum av Havnini.

 

SEV skrivaði á síni heimasíðu, at arbeitt varð við at finna og rætta brekið.

 

Og klokkan 18:11 í kvøld skrivar sev.fo, at streymurin í Havn er komin aftur.

 

Onki er tó enn at frætta um, hvat orsøkin var til streymslitið í pørtum av Havnini seint seinnapartin.