Myndin av frystilínuskipinum Klakki er tilvildarlig

Streymurin verður góður alla vikuna

Fimm frystilínuskip eru í útlendskum sjógvi, og tvey fiska undir Føroyum í løtuni

 

Myndin av frystilínuskipinum Klakki er tilvildarlig

Í løtuni er eitt frystilínuskip í íslendskum sjógvi, fýra eru í Eysturgrønlandi, og tvey fiska í føroyskum sjógvi.

 

- Nøkur frystilínuskip hava nýliga verið inni og landað, og tey fara avstað aftur í næstum.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

- Ísfiskalínuskipið er eisini til fiskiskap. Teir fiska tosk og hýsu og koma helst inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku.

 

Um útlitini til útróður í næstu viku, verður sagt, at streymurin verður góður alla vikuna, og veðrið verður helst gott tað mesta av vikuni.

 

- So, vit vænta nógvan útróður teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya um útlitini fyri komandi vikuna.

 

 

 

 

 

Myndin av frystilínuskipinum Klakki er tilvildarlig