Eitt frystilínuskip fiskar í íslendskum sjógvi, trý eru á Flemish Kap, og tvey eru ávegis yvir á Flemish Kap.
- Haraftrat fiska tvey frystilínuskip í føroyskum sjógvi.
Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Sagt verður, at ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fær mest av hýsu og nakað av toski. Teir koma inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni.
- Ein ísfiskabátur, sum fiskar í íslendskum sjógvi, landar í dag, verður lagt aftrat.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður harður tað mesta av vikuni, men veðrið verður hampiligt.
- So, vit rokna við, at nakað verður av útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.











