Stríðast um Nevada

Undanval er í amerikanska statinum Nevada í dag, har republikanskir veljarar skulu peika á sítt forsetavalevni.


Valskipanin í Nevada minnir um hana í Iowa, við at talan er um eitt sonevnt caucus ella floksfund. Fundir verða hildnir í hvørjum valøki sær, og byrjar við, at umboð fyri valevnini greiða frá, hví teirra forsetavalevni skal fáa atkvøðuna. Síðani stilla fólk seg í bólkar fyri at vísa, hvørjum tey atkvøða fyri.


Donald Trump er mettur at vinna ein greiðan sigur í kvøld. Um spádómurin heldur, so hevur ríkmaðurin vunnið undanvalið í trimum út av fýra statum.


Heldur tykist spenningurin at vera knýttur at hvussu stórur sigurin verður, og um tað verður Marco Rubio ella Ted Cruz, ið enda á øðrum plássi.


Tað er tó eingin loyna, at eyguni hjá flestu valevnunum longu eru vend móti næsta týsdag, ið er sokallaði Super Tuesday. Tá er undanval í tólv statum, har ikki minni enn ein fjórðingur av øllum umboðunum verða tillutaðir.


Um hugt verður eftir samlaðu støðuni, so hevur Donald Trump í løtuni 67 umboð, Ted Cruz hevur ellivu umboð, Marco Rubio tíggju umboð, John Kasich fimm umboð og Ben Carson trý umboð.


Hesaferð stríðast valevnini um tretivu umboð, so sjálvt um eitt av hinum valevnunum vann øll umboðini, so hevði Donald Trump enn ligið á odda í valinum.


Mett verður at umleið 40.000 veljarar taka lut í floksfundunum í kvøld. Úrslitið væntast at verða klárt um eitt tíðina í nátt.