Stríðið millum klonurnar

Dark Reign er nýggjasta royndin at vinna kappingina móti Red Alert. Spælið hevur nógv spennandi nýtt, men vantar upprunanýtt

Stríðið millum klonurnar herja okkum. Command & Conquer, Red Alert, Warcraft og hini veruleikanæru strategispølini fara næstu mánaðirnar at fáa dyst til síðsta bríksl. Sum ein av fyrstu avbjóðarunum er Dark Reign komið í ringin. Tað heldur seg á fótum tíðina út, men tapir upp á stig.


Sum hini

Spælið og skíggjamyndin er uppbygd júst sum í hinum spølunum. Byggjast skulu nakrir bygningar, sum kunnu framleiða eindir, og ansast skal serstakliga væl eftir tilfeinginum. Í Command & Conquer var tað Tiberium, í Dark Reign er tað vatn og orka, tað snýr seg um.


Kríggj í rúmdini

Søgan, sum umfatar ikki minni enn tíggju tættskrivaðar síður í manualinum, snýr seg um eitt borgarakríggj í rúmdini einaferð í næsta ártúsund, har fræslisverjarnir verða noyddir í kríggj móti einaveldinum fyri at tryggja sær lívsneyðuga vatnið.


Nýggir møguleikar

Munirnir ­ tí tað eru hóast alt nakrir ­ liggja í møguleikunum at stýra eindunum, og í hvussu landslagið er teknað. Hetta gevur spælinum nýggjar og torførari taktiskar møguleikar.

Eindirnar í Dark Reign hava nakrar fleiri flytingarmøguleikar enn í øðrum spølum. Og her er way-points nakað nýtt. Til ber at senda sínar eindir avstað eftir nøkrum føstum punktum, soleiðiðs at tey ikki noyðast at ganga ein langan umveg ella beint í leirin hjá fíggindanum, um tað nú ikki var ætlanin. Tað virkar heilt væl.

Nakrar eindir kunnu liggja upp á lúr, næstan heilt fjaldar, ella grava ella sníkja seg inn í leirin hjá fíggindanum. Møguleikarnir eru mangir.


Hæddarmunur

Landslagið er gjørt við hæddarmuni, so lágt settar eindir ikki kunnu skjóta ella síggja upp um trætoppar ella fjøll. Høgt settar eindir kunnu soleiðis síggja um eitt størri øki, men eru samstundis nógv viðbreknari mótvegis álopum.

Hugskotið var gott um tað virkaði, men grafikkurin er ikki nóg góður til, at myndin verður veruleikalík og harvið brúkilig. Ofta er trupult at síggja, hví ein ikki rakar, ella hvussu ein finnur eina sniðgøtu í landslagnum, so tað slepst framat fíggindanum.


Tað er spell

Tá tað nýggja ikki veruliga virkar, ella tað ger spælið munandi truplari at stýra, og tá restin líkist tí, ið vit kenna til yvirflóð, ja, so er ikki nógv rósandi eftir. Og tað er í veruleikanum spell. Tí var tað ikki fyri Red Alert og Command & Conquer, so hevði Dark Reign í veruleikanum verið eitt rættiliga gott spæl. Men nú er tað bert fyri teir mest garvaðu spælararnar.


Fakta

Dark Reign krevur Windows 95 og ein Pentium við einum 90 MHz prosessor, 16 MB RAM, 110 MB fríum plássi á harðdiskinum og eitt 16 bit SVGA skíggjakort.