Stríðið móti havnarútbyggingina heldur fram

Nógv kjak hevur verið seinastu mánaðirnar, aftaná at Tórshavnar kommuna avdúkaði ætlanir fyri eini stórari havnarútbygging við Skansan.


Kjakið hevur serliga verið merkt av, at fólk ynskja at varðveita Skansan, og trýstið eydnaðist eisini í ein ávísan mun, tí fyri nøkrum fáum vikum síðani boðaði kommunan frá, at ætlanin er broytt, soleiðis at Skansin fær frið.


Tað tykist tó ikki at hava sissað allar havnarborgarar, tí fyrr í dag varnaðust fólk, at fleiri nýggj klistrimerkir vórðu at síggja kring býin. Nýggju klistrimerkini eru svørt og rund, og tá hugt verður nærri at teimum, sæst at talan er um mótmæli móti ætlaðu havnarútbyggingina hjá Tórshavnar Kommunu.


Hendan myndin er tikin í Vágsbotni fyrr í dag.