Strikurnar eru slitnar, men eingin vil gera tær aftur

Leirvíkar Kommuna vil einki gera, fyri at at asfaltera og gera básar á ferjuleguni. Landsverkfrøðingurin sigur, at tað er eitt kommunalt mál, og tí vilja teir heldur einki gera. Serliga útlendingar hava trupulleikar, tí teir ikki finna nakrar básar

Uppstrikingin av básunum á fleiri av ferjulegunum er so illa slitið, at fólk kunnu koma í iva í, um tey standa í tí rætta raðnum, og tí sleppa við ferjuni. Hjá teimum flestu føroyingunum er hetta tó ikki ein trupulleiki, tí teir kenna støðini, og vita, hvar básarnir eru. Men hjá útlendskum ferðafólki, kann tað vera ein trupulleiki. Onkur av teimum hevur enntá staðið eftir, og sluppu ikki við ferjuni fyrr enn næsta túr, sjálvt um tey vóru millum tey fyrstu, sum høvdu stillað seg í røðina - men tað var bara skeiv røð, tey høvdu stillað seg í.


Ikki plága borgarnar meir

Spurningurin um hvør hevur ábyrgd av at at tað verður strikað upp hevur samband við tað nógva kjakið sum hevur verið, um hvør skal gjalda ferjulegurnar. Nakrar kommunur stríðast enn við henda spurningin, og borgarnir í hesum kommununum merkja hetta av einum høgum skattaprosenti.

Ferjulegan í Leirvík man vera ein tann, sum er ringast slitin, tá ið tað ræður um uppstriking. Uppmerkjanin av básunum sæst ikki, og sjálvt asfaltið er eisini illa slitið.

? Leirvíkar kommuna er so nógv sperd fíggjarliga, at vit hava ikki ráð at gera nakað, sigur Jón Eliasen, næstformaður í bygdaráðnum í Leirvík.

? Vit ætla í øllum førum ikki at plága borgarnar í kommununi meir. Teir hava nóg mikið at gjalda sum er. Vit hava eisini tosað við Landsstýrið og aðrar myndugleikar, men vit fáa bara slonkt aftur í høvdið, at tað er okkara høvuðpína, sigur Jón.


Kommunan fær einki burturúr íløguni

Jákup Tróndheim er limur í bygdarráðnum í Leirvík, og eitt tíðarskeið var hann eisini bygdaráðsformaður. Hann hevur sjálvur stríðst nógv fyri at fáa málið við ferjuleguni loyst.

? Sum kommuna meta vit okkum fáa lítið og einki burturúr í mun til allar teir pengarnar, sum vit hava lagt í ferjuleguna, sigur Jákup.

Tað lá um 23 milliónir, sum Leirvíkar kommuna spýtti í ferjuleguna, og einasta inntøkan, sum kommunan fær av ferjuleguni, eru havnapengarnir.

? Harafturat kemur at ferjulegan ongantíð er gjørd liðug. Bara eitt lag av asfalti er lagt á. Slitlagið, sum skuldi leggjast omaná, er ongantíð komið. Tí er undirlagið eisini so illa farið.

Í Leirvíkar kommuna eru teir greiðir yvir, at sjálvt viðlíkahaldið av havnaøkinum er kommunalt - í øllum førum á pappírinum. Men teir meta hetta vera eins nógv eitt landsmál og ætla hvørki at asvaltera ella at strika upp á ferjuleguni. Teir hava stríðst so nógv fyri hesum málinum, men fáa lítla og onga hjálp. Nú ætla teir heldur at lata tíðina arbeiða við sær.


Kommunan ábyrgdina

? Tá ið hetta er eitt komunalt mál, so kunnu vit á Landsverkfrøðinginum sum so ikki gera nakað við tað, sigur Signar Heinesen frá Landsverkfrøðinginum.

? Fysiskt er tað kanska fólk frá Landsverkfrøðinginum, sum asfaltera og strika upp, men áheitanin má koma frá kommununi. Sum skipanin er í løtuni hava teir ábyrgd av hesum.

Signar vísir eisini á, at málið um ferjuleguna í Leirvík, og fyri so vítt eisini ferjulegurnar aðrastaðni í landinum, er eitt mál við fleiri pørtum. Millum annað eru eisini politisk viðurskifti inni í myndini, sum hann kortini ikki vil koma nærri inná.

Hann vísir eisini á, at tað eru ikki bara kommunurnar sum hava stríðst fyri at fáa hetta málið loyst. Hjá Landsverkfrøðinginum hava teir eisini stríðst fyri at fáa viðurskiftini í rættlag.

Bæði Jákup Tróndheim og Signar Heinesen harmast um, at hetta málið skal ganga út yvir útlendsk ferðafólk, sum koma til landið, tá ið vit bjóða okkum fram sum ferðamannaland.

Leirvíkar Kommuna hevur sagt, at teir gera einki meir við málið. Landsverkfrøðingurin ætlar heldur ikki at gera nakað við málið, sær tað út til. Tí er enn ógreitt, nær tað verður asfaltera og básar málaðir.