Leygarkvøldið var Norðurlandahúsið karmur um Føroya Feitasta Stuðulstiltak, sum Katrin og Ása á Neystabø og Birita Wardum tóku stig til. Tær savnaðu inn pening til skúlabygging í Gana, har tær vóru og gjørdu hjálpararbeiði fyri einum ári síðan. Harafturat var Rúna Sivertsen partur av fyrireikarunum, umboðandi ABC Barnahjálp.
Til stóra stuðulstiltakið høvdu fyrireikararnir savnað eitt breitt úrval av føroyskum tónleikarum og listafólkum, sum leygarkvøldið undirhildu teimum umleið 400 fólkunum, ið høvdu ognað sær atgongumerki til konsertina. Atgongumerkini vórðu rivin burtur eftir stuttari tíð. Um tað var orsaka av stórum áhuga fyri at stuðla ella orsaka av mongu nøvnunum á konsertini, skal her vera ósagt.
Lokkibitin legði út
ORKA við nýggjum sangara legði út við tónleikinum. Síðan Kári Sverrisson er givin, skal Eivør eftir ætlan fylla skógvar hansara. Tað ger hon eisini. Hon fyllir nógv, men ikki ov nógv. Í mun til sína solo karrieru, er hon við ORKA meir ein aktivur partur av orkestrinum, og ein sum kann trumma og sláa á ting saman við hinum í bólkinum. Tað einasta, ið ikki var í topp í samband við innslagið hjá ORKA, var at bólkurin skuldi byrja tónleikaveitsluna ballið, og tað gjørdu tey so stundisliga, at øll høvdu ikki funnið sítt pláss áðrenn tey byrjaðu. Harafturat var tað lítil ivi um, at tað var ORKA, tey flestu vóru mest forvitin um, og høvdu áhoyrarnir ikki meir enn fingið hitan í seg, tá ORKA fór av aftur pallinum.
Eftir ORKA komu innsløgini slag í slag. Martin Joensen, Lady Fire, Dánjal, Frændur, Petur Pólson, HOGNI, Bet You Are William, Boys In A Band og Hallur Joensen. Stuttligt at hoyra hvat hesi ymisku av arbeitt við síðan síðst. Men her hevði verið smart at býtt um uppá fyrsta og síðsta navn á skránni. Klokkan gjørdist midnátt áðrenn tiltakið var liðugt. Og tað var Hallur Joensen, ið slapp at enda veitsluna. Hóast góðan country tónleik, skuldi Hallur Joensen verið fluttur fremst á skránna heldur enn síðst, og ORKA skuldi sloppið at endað veitsluna.
Harafturat hoyrdu vit trý løg við Wraae systrunum, Ásu og Onnu Mariu. Tær framførdu vakra lagið Eitt kvøldið so síðla, umframt tvey egin løg. Klæðini, tær vóru í, vórðu seinni um kvøldið seld til hægstbjóðandi á uppboðssølu.
Jørgen tulkaði Jackson
Millum konsertirnar og upplestrar frá Hanus Kamban og Marjun Kjeldnæs var uppboðssøla í trimum umførum. Við hjálp frá tveimum linjuverjum, stýrdi Hilmar Jan Hansen uppboðssøluni. Tað var nakað misjavnt, hvussu stórur áhugi var fyri at keypa. Tann fyrsti málningurin var ein hjá Eivør. Tað var týðiligt, at onkur hevði sett sær fyri at fáa fingrar í júst hendan, tí hesa løtuna varð kappbjóðað í salinum. Aðrir høvdu knapt so stóran áhuga, men vóru allir kortini avsettir. Tað segði eitt sindur, at tað ikki kom ferð á boðini uppá klæðini fyrr enn tvey atgongumerki til G! festivalin vóru løgd afturat.
Uttanríkisráðharrin var eisini til staðar hetta kvøldið. Hann tók orðið og rósti fyrireikarunum fyri gott tiltak. Áðrenn hann treiv í lumman eftir kekki frá landsstýrinum til fyrireikararnar, stemmaði hann í We Are The World, sum Michael Jackson í 1985 ognaði neyðstøddum í Afrika. Ilt at siga um tað var tilætlað, ella um Dánjal á Neystabø, sum júst gjørdi klárt á pallinum, bara dugdi at fanga løtuna, men við eitt var uttanríkisráðharrin partur av konsertini.
Einki fekst at vita um hvussu nógv null stóðu á kekkinum frá Jørgen Niclasen. Men móti endanum av kvøldinum varð kunngjørt, at 267.000 krónur vóru innkomnar til tiltakið. Tað kunnu fyrireikararnir ivaleyst verða nøgdir við.
Kvøldið eydnaðist rættiliga væl, har var okkurt til øll tónleikaliga, og til tey, ið dáma upplestur, vóru áhugaverdir upplestrar frá Hanusi Kamban og Marjun Kjelnæs. Vertirnir, Óluvá Zachariasen og Heini í Skorðini leiddu kvøldið væl, og hekk skráin væl saman. Einasta broyting skuldi verið í konsertskránni. Vónandi fáa børnini í Gana og Liberia góðar skúlar fyri føroysku pengarnar.