Leygardagin runnu leikarar úr 1. deild, 2. deild og unglingadeildini hjá VB stuðulsrenning. Fólk kundu seta ávísa upphædd í veð fyri teinin, ein leikari rann tann tíman, rennngin fór fram.
Vágbingar tóku væl undir við tiltakinum, har eisini vedding fór fram um, hvussu langt leikararnir runnu í alt. Talið var 303 kilometrar.
Eini 26 leikarar runnu. Hann, ið rann longst, rann 16 kilometrar. Hetta var Gisli Sveinbjørnsson, ið rann kring Vatnið 12 ferðir. Annars lógu teir flestu um eini 15, 13 og 12 kilometrar og niður í 5 kilometrar.