Stuðlið átøk suðringa

Tá tosað verður um menning av útjaðaranum, so snýr tað seg altíð um eina ferjulegu, tunnil ella undirsjóvartunnil. Og onkuntíð snýr tað seg um eina óumhugsaða flytan av einum almennum stovni.

Men nú, tá ið tað snýr seg um nakað heilt annað, eru fólk á gosi, tí almennir pengar fara til hesu lokalu átøk. Talan er sjálvsagt um Saltsiloina og 50-metra svimjihylin í Suðuroy. Leggið til merkis, at hetta eru lokal initiativ, og ikki grenj, um at “her eru eingi almenn størv”. Nei, her er talan um átøk, sum faktiskt kunnu skapa nakað serstakt fyri suðringar. Átøk, sum kunnu koma at menna mentunarlívið og svimjingina.
Tað er sannheit, at tað ikki verður nøkur løtt uppgáva at reka Saltsiloina, men tað er ikki ógjørligt heldur. Tað ber t.d. til at skipa tað soleiðis, at tá ið tiltøk eru í Saltsiloini, er tað ókeypis at sigla við Smyril hjá teimum, ið hava goldið atgongumerkið til tiltakið. Tað er bert ein fyrimunur fyri Smyril, tí hesi ferðandi brúka pengar umborð og høvdu ikki silgt suður, um einki tiltak var.

Átøk, ið sýna áræði
Saltsiloin og svimjihylurin eru greið tekin um trúgv á, at tað ber til at gera nakað í Suðuroynnið, ið ikki snýr seg um fisk ella innflytan av almennum stovni; og tað hevur vanta í alt ov langa tíð – og vantar framvegis aðrastaðni. Slík átøk eiga at møtast við jaligheit og vælvild og ikki tí neiligheit og illvilja, sum vit hava sæð í samband við áðurnevndu átøk. Um vit veruliga vilja menna allar Føroyar, so mugu vit síggja aðrar møguleikar enn fiskivinnu og almenn størv.
Svimjihylurin er ikki bara til Pál Joensen. Í Suðuroy eru 5 svimjarar, sum eru ovast og ovarlaga á altjóða styrkilistum hjá “Swim News”, “Swimming World Magazine” og swimrankings.net, og fleiri svimjarar eru á veg upp ímóti hesum støði. Aðrir topp-svimjarir í Føroyum eru sjálvandi eisini vælkomnir til Suðuroyar at venja; eins og venjingarleður kunnu skipast her við føroyskum og útlendskum svimjarum – fyrispurningar hava verið frá útlendskum svimjivenjarum.

Møguleikar, ikki forðingar
Fólk hava eisini sagt, at ein 50-metra hylur hevði ligið betur í t.d. Tórshavn ella í Kambsdali. Men eingin sigur, at tað ikki er pláss fyri tveimum slíkum svimjihylum. Vit kunnu vænta, svimjingin fer at taka dyk á seg í Føroyum, og at undirtøkan og luttøkan í svimjingini tískil fer at vaksa. Miljónir av krónum hava verið nýttar til fótbólt, hóast vit ikki megna at kvlifisera okkum til nakra altjóða kapping. Hví ikki satsa og nýta pengar upp á ein ítrótt, har vit longu hava heimsklassa iðkarar? Í svimjingini fáa vit nakað aftur fyri okkara pengar, og kunnu tískil kalla tað eina íløgu í staðin fyri útreiðslu – og so er eitt kritik-punkt soljóðandi: hylurin er ov bíligur. Er tað tí politikarir dáma so væl tunlar o.t.? Tí tað er so óluksáliga dýrt? Álvaratos, hvat rørir seg í hesum knokkum, ið taka avgerðir her á landi? Og Saltsiloin: har er meira enn helvtin av fíggingini egin peningur, sum er sera sjáldsamt – og her verður Gud hjálpi tú mær eisini tosað um pengar við neiligum tóna. Vit eiga at stuðla slíkum átøkum, sum leggja lunnar undir trivnað og menning, ið Saltsilion og svimjihylurin kunnu koma at gera.