Rokið í Sjálvstýrisflokkinum
Í lesarabrøvum í bløðunum stuðla nevndarlimurin í Unga Sjálvstýrinum Dan Lamhauge og landsnevndin í Sjálvstýrisflokkinum formanninum Kára P. Højgaard. Hetta kemur aftan á, at fleiri fyrrverandi valevni hjá flokkinum sambært útvarpinum hava meldað seg úr flokkinum.
Sámal Petur í Grund sigur vegna Landsnevndina, at flokkurin eins og aðrir flokkar letur limir vera frítt stillaðir at atkvøða eftir síni egnu sannføring í viðkvæmum málum sum hesum. Tí skal eg vegna landsnevnd floksins og samsvarandi landsfundi floksins gera greitt, at vit ikki meta hetta vera eitt mál, sum floksstøða skal takast til, skrivar Sámal Petur Grund í lesarabrævi.
Dan Lamhauge nevndarlimur í Unga Sjálvstýrinum finst hvassliga at Carl August Arge og sigur Tað er ringur fuglur, sum drýtur í egið reiður.. Hann kallar hann fornermaðan, og vísir á, at sum fyrrverandi formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag og limur í landsnevnd floksins kundi havt tikið hetta kjak upp í hesum samanhangum.
Hann vísir somuleiðis á at landsfundirnir hjá flokkinum í 2003 og 2004 snúðu seg stórt sæð ikki um annað enn moralskar spurningar.