Í kvøld skipar Suðuroyar Tónleikafelag fyri dansi á Seglloftinum á Tvøroyri. Talan er um stuðulsdans, har Grums fer á pall, umframt væl umtóktu Froðbiar Sóknar Bluesorkestur.
Felagið arbeiðir fyri at bøta um korini hjá tónleikarum og tónleikahugaðum í Suðuroynni, og fer innkomni peningurin til hetta endamál. Felagið hevur eisini staðið fyri tiltøkum, ið hava stuðlað Saltsiloini á Drelnesi.