Stuðulsdiskotek í Vestmanna

10. flokkur í Vestmanna skipar í kvøld fyri einum barnadiskoteki, og pengarnir fara óskerdur til Føroya Felag ímóti Krabbamein 10. flokkur í Vestmanna skúla fara nú undir eina nýggja verkætlan við tí endamálið, at næmingarnir skulu læra hvussu tað er savna pengar inn til eitt hvørt endamál.

Í hesum sambandi fara næmingarnir at skipa fyri ymsum tiltøkum, har peningurin óskerdur fer til Føroya Felag ímóti Krabbamein.

 

Fyrsta tiltakið í hesari verkætlanini verður í kvøld, og talan er um eitt barnadiskotek á bryggjuni í Vestmanna.

Frá 16.00 ? 19.00 verður diskotek fyri næmingar frá 1. til 3. flokk, síðani verður diskotek fyri 4. til 7. flokk eftir klokkan 20.00

 

Næmingarnir í 10. flokki í Vestmanna skúla fara frameftir at skipa fyri ymsum tiltøk til frama fyri Føroya Felag ímóti Krabbamein, og longu komandi vikuskifti verður aftur okkurt at frætta frá næmingunum.