Stuðulskonsertin verður týskvøldið 16. mars klokkan 19 Talan er um tvey ungfólk í Havn, sum hava tikið stig til hesa stuðulskonsertina í Perluni í Tórsgøtu í Havn, har allur tann innkomni peningurin fer óskerdur til hjálpararbeiðið, sum fer fram á vanlukkuraktu oynni, Haiti.
Tað er felagið ?Kartney Music? við systkunum, Ólavi á Váli Olsen og Jonu á Váli Olsen, sum skipa fyri stuðulskonsertini.
Ólavur og Jona á Váli Olsen hava fingið fleiri kend føroysk tónleikanøvn at taka lut á stuðulskonsertini í Perluni tann 16. mars. Millum tey kendu nøvnini, sum fara at taka lut á stuðulskonsertini fyri Haiti eru millum onnur :
Hallur Joensen,Jens Marni Hansen, Eyðun Nolsøe, Uni Reinert Debess, Jóan Petur á Stongunum, Martin Joensen og Petur Háberg Trio.