Haiti bíðar enn
Nú altjóða samfelagið tekur seg saman fyri at hjálpa teimum neyðstøddu aftan á flóðalduna í Indiska Havinum, nýtir forsætisráðharrin í Haiti høvi til at minna umheimin á hjálpina, sum landinum varð lovað aftan á ófriðin í summar.
Gerhard Latortue, forsætisráðharri, vísir á, at umheimurin lovaði at veita Haiti umleið 10 milliardir krónur til at byggja samfelagið uppaftur við, men hvar eru pengarnir, spyr hann. Sambært forsætisráðharranum er stórur tørvur á pengunum til at útvega fólkinum skúlar, sjúkrahús og annars at lætta um gerandisdagin hjá teimum. Hann vísir í hesum sambandi á, at umleið tveir triðingar av teimum 8,5 milliónum íbúgvunum hava minni enn 10 krónur at liva fyri um dagin.
Samstundis sum tørvur er á stórari hjálp til at byggja samfelagið uppaftur aftan á ófriðin, er harðskapurin farin at vinda upp á seg, og bara teir báðar seinastu mánaðarnar hava meiri enn 100 fólk latið lív í samanbrestum.
Sambært myndugleikunum eru tað viðhaldsmenn hjá frákoyrda forsetanum, Jean-Bertrand Aristide, sum royna at elva til ófrið. Aristide noyddist frá í summar og hevur síðani verið í útlegd í Afrika.
ST hevur friðarvarðveitandi hermenn í Haiti, men myndugleikarnir halda ikki, at teir gera nóg mikið fyri at tryggja friðin. Ovastin hjá hermonnunum sigur, at teir eru ov illa mannaðir, men at støðan batnar aftan á nýggjár, tí tá koma fleiri ST-hermenn til landið. Ætlandi verða tá 8.300 hermenn úr 41 londum í Haiti.
Bara heiðin fara á val
Yvirgangsleiðarin Osama bin Laden hevur aftur latið frætta frá sær. Á einum ljóðbandi, sum arabiska sjónvarpið Al-Jazeera hevur fingið, mælir bin Laden irakum frá at fara á val tann 30. januar.
Hann vil vera við, at tann nýggja irakska grundlógin er guðsspottandi, og at tað tí bara eru tey heidnu, sum fara á val. Ístaðin fyri mælir hann irakum til at halda fram við uppreistrinum ímóti hersetingarvaldinum, og hann rósar teimum, sum skipa fyri teimum áhaldandi atsóknunum.
Amerikanskir serfrøðingar, sum hava kannað bandupptøkuna, siga, at tað er eftir øllum at døma bin Laden, sum enn eina ferð letur frætta frá sær.
Fingu skúla
Genturnar í afghansku bygdini Gul Dare vóru ovurfegnar í síðstu viku, tí tær høvdu fingið ein spildurnýggjan skúla.
Tað eru ikki afghansku myndugleikarnir, sum hava latið skúlan byggja, men heldur norska tíðindakvinnan og rithøvundurin Åsne Seierstad. Hon gjørdist kend fyri sínar frásagnir úr Bagdad, tá kríggið í Irak byrjaði. Seinni hevur hon givið út bókina "Bókahandlarin í Kabul", sum er vorðin týdd til fleiri mál.
Gentuskúlin í Gul Dare hevur kostað eina millión krónur, men sambært Aftenposten ætlar Åsne Seierstad at lata uppaftur fleiri pengar til ymisk onnur endamál í Afghanistan. Sjálv heldur hon tað vera sera umráðandi at útvega teimum afghansku gentunum skúlagongd, sum eftir hennara tykki er tað fyrsta stigið til eitt væl virkandi demokrati.
Danir fáa tosk
Nógvir danir halda framvegis tann gamla siðin at eta tosk á nýggjárinum, og sjálvt um veðrið ikki hevur verið tað besta teir seinastu dagarnar, hava fiskahandilsmenninir lovað, at tað er nóg mikið av toski til øll, sum vilja hava tosk á nýggjárinum.
Hinvegin bendir alt á, at nýggjárstoskurin verður dýrur í ár. Í fiskahandlunum í Vajle kostaði toskurin upp í 125 krónur fyri kilo, og á Bornholm lá prísurin um 70 krónur. Í okkara oyrum ljóðar tað at vera í meira lagi, men í Danmark eru fólk eftir øllum at døma til reiðar at gjalda nógv fyri at varðveita tann gamla siðin.