Árligi arbeiðsdagurin hjá Boliva Hjálp er skipaður í samstarvi við leiðslu studentaskúlans, og fer innsavnaði peningurin óskerdur til skúla í Bolivia.
Bolivia Hjálp er ein bólkur av sjálvbodnum ungum, sum ganga í studentaskúlanum í Hoydølum. Endamálið við bólkinum er at savna pening til ein skúla í bygdini Khoqis, ið liggur í suðuramerikanska landinum Bolivia. Skúlin, sum BOLIVIA HJÁLP stuðlar, eitur T.A.E.PO og arbeiðið er, sum sagt, sjálvboðið. Upprunaliga var BOLIVIA HJÁLP ein verkætlan, ið byrjaði í 1990?árunum, men sum síðani bleiv niðurløgd. Í 2009 var so avgjørt, at taka verkætlanina uppaftur.
T. A. E. PO er ein handverkaraskúli. Undirvíst verður m.a. í el og bilmekanikki, træsmíð, jarnsmíð, seyming og øðrum handarbeiði. Øll, bæði gentur og dreingir, fáa undirvísing í øllum lærugreinunum, og tvey tey seinastu árini velja tey síðan ta lærugreinina, teimum dámar best, og fáa valdu lærugreinina sum sergrein. Umframt handaligu lærugreinarnar hava tey eisini bókligar lærugreinar, soleiðis at teirra prógv eisini eru at rokna sum miðnámsskúlaprógv. Men tað er torført at lesa víðari í Bolivia, tí fátækradømið er stórt, so við handaligu vitanini hava tey størri møguleika at fáa eitt dygdargott og virðiligt arbeiði.
At savna pening inn, skipar BOLIVIA HJÁLP fyrst og fremst fyri árliga arbeiðsdegnum í skúlanum í Hoydølum. Í ár verður arbeiðsdagurin 1. februar. Tað gongur fyri seg soleiðis, at næmingarnir fáa høvi at skriva seg upp til arbeiði í uml. 3-5 tímar, fyri í minsta lagi 300 kr. Síðani finnur BOLIVIA HJÁLP næmingunum arbeiðspláss. Arbeiði kann fevna um alt frá at vaska og hjálpa til í handlum og fyritøkum, til at standa modell í lýsingum. Næmingar kunnu eisini velja at finna arbeiði sjálvir og lata peningin á tann hátt. Hevur arbeiðsgevarin hug at geva meira, skal viðkomandi sjálvsagt vera vælkomin til tess.
Árligi arbeiðsdagurin er skipaður í samstarvi við leiðslu studentaskúlans, og fer innsavnaði peningurin óskerdur til skúlan í Bolivia. Higartil hevur BOLIVIA HJÁLP m.a. keypt skúlanum í Khoqis nýggjar madrassur, nýggj undirvísingaramboð, eitt sjúkrahølið v.m.
Afturat arbeiðsdegnum hevur BOLIVIA HJÁLP áður skipað fyri øðrum tiltøkum, eitt nú stuðuls-kafé. Her kunnu fólk fáa ein bita, ein kopp av kaffi ella eina øl, meðan ymiskir tónleikarar, bæði bólkar og einstaklingar, spæla. Í ár er somuleiðis ætlanin at skipa fyri eini stuðuls-kafé, og verður hon í mars mánaði. Í fyrstu syftu snýr tað seg tó um arbeiðsdagin. So hevur tú hug at stuðla BOLIVIA HJÁLP við arbeiðsplássi, bæði almennum og privatum, ella peningi, kanst tú seta teg í samband við Bolivia Hjálp við at ringja á tlf. 276721 ella 273829, ella senda ein teldupost til: bolivia.h@gmail.com